Fara at gerast færri føroyingar í Føroyum

Føðitíttleiki og burðaravlop minkað týðiliga í Føroyum seinastu árini

“Okkara størsta avbjóðing í løtuni er, at burðartalið minkar. Hetta má takast í størsta álvara.”

 

Soleiðis segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í síni nýggjársrøðu gamlaárskvøld í fjør. Og kanska hevur hann rætt. Í øllum førum er føðitíttleikin í Føroyum fallin rættiliga týðiligt seinastu árini. Úr 2,6 í 2016 niður í 1,8 í fjør – eitt fall á góð 29%. So lágur hevur føðitíttleikin – sum er eitt lutfall, ið sigur, hvussu nógv børn verða fødd fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri – ikki verið áður. Ein føðitíttleiki á 1,8 merkir, at hvør kvinna í burðarførum aldri fær 1,8 barn. Burðaravlopið er munurin millum tey, sum verða fødd, og tey, sum doyggja. Eisini hetta talið er minkað nógv. Í 2022 var burðaravlopið 145, sum er tað lægsta, tað nakrantíð hevur verið í nýggjari tíð. Ábendingar eru eisini um, at tølini fyri 2024 verða lægri enn tølini fyri 2023.

 

Pál Weihe: orsøkinar eru sannlíkt ikki lívfrøðiligar

 

Pál Weihe hevur seinastu 40 árini granskað í, hvussu ymisk dálkingarevni ávirka okkum føroyingar. Tá vit seta okkum at práta um fallandi føðitíttleikan, byrjar hann við at staðfesta: “Eg veit ikki, hvør orsøkin er”. Men hann metir kortini, at tað meiri sannlíkt eru sosialar atvoldir, heldur enn lívfrøðiligar.

 

– Eg fari ikki at útiloka nakað, men eg ivist í, at tað eru lívfrøðilig viðurskifti, sum eru høvuðsorsøkin.

 

##med3##

 

Johnny í Grótinum: ikki størsta avbjóðingin beint nú

 

Mótsett løgmanni, so heldur nýggi formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, ikki, at fallandi føðitíttleikin er størsta avbjóðingin beint nú.

 

– Eg haldi ikki, at hetta er størsti búskaparligi trupulleikin, vit standa yvirfyri.  Hetta er grundleggjandi eitt tekin um vælferð. Tá barnadeyðin fyrr var rættiliga stórur, so noyddust vit at fáa nógv børn, og tá barnadeyðin so brádliga fall, so fingu vit stóran fólkavøkstur, tí at fleiri børn yvirlivdu. Tá fólk so uppdagaðu, at tað ikki var neyðugt at fáa so nógv børn, so byrjaðu tey at fáa færri børn, sigur hann.

 

– Hetta er ikki eitt serføroysk fyribrigdi. Í grundini hava vit verið serføroysk í mun til allan vesturheimin inn til nú. Tað, sum er meiri undrunarvert, er í veruleikanum, at fallið kemur so seint hjá okkum.

 

Hvat heldur tú? Hvør er orsøkin til fallandi føðitíttleikan – og hvat skulu vit gera?

 

Les meiri um spurningin í Sosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðunum nú!

 

##med2##

 

Síðani er 2016 er føðitíttleikin fallin rættiliga sjónliga og brádliga