Royal Greenland keypt laksavirki í Noregi

- Tá tú liggur so nær laksasláturvirkjunum, sum Øksfjord Lakseindustri ger, er møguleikin at fáa fatur á laksi fyri serligar prísir, sigur framleiðslustjórin í Royal Greenland.

 

 

Royal Greenland hevur keypt eitt virki og hevur stovnað felag í Noregi, sum skal virka laks. Hugskotið er at fáa betri prísir við at keypa avlopslaks frá nærliggjandi laksasláturvirkjum í økinum.

 

Umleið 10 fólk arbeiða á virkinum, tá framleiðsla er. Sambært grønlendska kringvarpinum - KNR - hugsar Royal Greenland eisini um at keypa svartkalva í Noregi, men tað verður ikki beinanvegin.

 

Royal Greenland hevur ikki gjørt nógv burtur úr keypinum av Øksfjord Lakseindustri, sum tey nú kalla fyritakssemi hjá samtakinum í Noregi og sum Royal Greenland keypti fyri tí síðan.

 

Framleiðslustjórin í Royal Greenland, Lars Nielsen, sigur, at samtakið fer at royna at fáa meira fyri laksin, sum felagið selur viðskiftapørtum í Evropa.

 

- Tá tú liggur so nær laksasláturvirkjunum, sum Øksfjord Lakseindustri ger, er møguleikin at fáa fatur á laksi fyri serligar prísir, sigur framleiðslustjórin.

 

Við keypinum av Øksfjord Lakseindustri liggur hesin parturin av virkseminum hjá Royal Greenland mitt í kjarnuøkinum í Noregi hvat laksi viðvíkur.