Roykiforboð er ikki tað býttasta

- Vit fara neyvan at mótmæla, at forboð verður sett fyri at roykja á matstovum og gistingarhúsum. Men treytin er, at ongi undantøk verða gjørd, so at kappingin ikki avlagast, sigur forkvinnan í Gistingarhús- og Matstovufelagnum


- At seta forboð fyri at roykja á matstovum, barrum og gistingarhúsum er ikki tað býttasta og eg vænti ikki, at vit høvdu sett okkum ímóti tí.
Ása Johnsdóttir er annar stjórin á Hotel Hafnia og hon er eisini forkvinna fyri Gistingarhús- og  Matstovufelag Føroyar.
Hóast nógv halda, at ein sigarett, góður matur og ein øl ella ein snapsur, hoyra óloysiliga saman, væntar hon ikki, at Gistingarhús- og Matstovufelagið fer at seta seg upp ímóti ætlanini hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, at seta fullkomiligt forboð fyri at roykja í almenna rúminum, tvs allastaðni har fólk koma saman til arbeiðis, á barr og á matstovum tá ið tey eta úti.
- At tey sum roykja, mugu  hava eina sigarett afturvið ølini, er helst ein vani. Og tað kann verða torført at sleppa av við ein vana. Men tað letur seg væl gera og eg vænti, at tá ið ein tíð er fráliðin, hevði hetta heldur ikki verið ein trupulleiki her hjá okkum, tí tað letur seg væl gera aðrastaðni.
- Eg vænti, at her er talan um eina tilvenjingartíð.
 
Ongi hol
Ása Johnsdóttir leggur tó stóran dent á, at skal forboð setast fyri royking, skal tað verða galdandi fyri øll.
- Vit fara ikki at góðtaka, at undantøk verða gjørd, so at tað kortini verður loyvt at roykja onkustaðni, tí so er endamálið ikki rokkið og tað fer eisini at avlaga kappingina, sigur hon.
Annars vísir hon á, at aðrastaðni er rákið tann vegin, at korini hjá teimum, sum roykja verða trengri og trengri og at tey, sum ikki roykja, samsvarandi verða betri og betri vard.
- Tað eru eisini matstovur í Føroyum, sum sjálvboðin hava sett forboð fyri at roykja. Og hóast tað er loyvt at roykja í einum parti í matstovuni á Hafnia, mugu vit staðfesta, at nógv fara út at roykja kortini. So bara hetta seinasta árið er hugburðurin hjá fólki ógvuliga nógv broyttur á hesum øki.
- Tað er torført at hava nakað ímóti tí, tí vit vita øll, hvussu skaðiligt tað er at roykja. Vit vita eisini, hvussu ring óbeinleiðis royking er og hvussu heilsuskaðiligt tað eisini er hjá teimum, sum ikki roykja, at anda royk í seg frá teimum, sum roykja.
- Serliga eru tey, sum arbeiða í okkara vinnu -tænarar og barrvørar- illa fyri í so máta, tí tey har roykja fólk mangan illa. So at verja tey fyri óbeinleiðis royking er ein tann mest umráðandi grundgevingin fyri einum roykiforboði, sigur Ása Johnsdóttir.
- Annars sleppa tey, sum arbeiða á slíkum støðum, ikki undan óbeinleiðis royking, sigur Ása Johnsdóttir.
Hon vísir eisini á, at roykur dálkar illa og verður roykiforboð, minka útreiðslurnar til reingerð.
- Ongantíð betur um fyritøkur av sínum eintingum tóku seg saman í framtíðini og settu roykiforboð í gildi, uttan at tað var neyðugt at lóggávu á økinum. Tó so, verður lógin samtykt, verður tað so, leggur hon afturat.
 
 
 
 
 
 
 
-