Kanningar aðrastaðni prógva ferð eftir ferð, at royking er størsta staka deyðsorsøk. Bara í Danmark doyggja 13.000 fólk á hvørjum ári sum beinleiðis orsøk av royking
- Sjálvt um tað í hvørjum einstøkum føri kann vera ringt at prógva, at royking var einasta og beinleiðis orsøkin til, at persónurin gjørdist sjúkur, er als ongin ivi um, at royking er størsti heilsuvandin yvirhøvur um okkara leiðir. Jú fleiri og gjøllari kanningar verða gjørdar, jú týðiligari gerast prógvini um, hvussu skaðilig royking í grundini er, sigur landslæknin
Roykjarar sjúkari sum heild
- Hóast vit ongi beinleiðis føroysk hagtøl hava yvir sambandið millum lívsstíl og deyðsorsøkir, er tað naivt at halda, at sjúkumynstrið hjá føroyingum er øðrvísi, enn í øðrum Norðurlondum. Tí er lítil ivi um, at royking eisini er størsta hóttanin móti heilsuni hjá føroyingum, sigur landslæknin.
Tá tað ræður um deyðsorsøkir, sum standast av royking, hugsa tey flestu uttan iva um krabbamein. Og kanningar vísa eisini, at 25 % av øllum krabbameinstilburðum og 85 % av lungakrabbatilburðunum stava frá royking. Men vit skulu eisini hava í huga, at royking hevur minst líka nógvar tilburðir av hjartaæðrasjúkum við sær, leggur landslæknin afturat. Í hesum sambandi skal nevnast, at sambært nýggju heilsulagslýsingini eru hjartaæðrasjúkur týðiliga tann størsta deyðsorsøkin millum føroyingar.
Hyggja vit at heilsustøðuni hjá fólki sum heild, vísir tað seg, at roykjarar kunnu vænta at verða raktir av álvarsligari sjúku í 13 ár av teirra lívi samaborið við 8 ár um, tey ikki royktu. Hetta skal eisini síggjast í mun til, at roykjarar í miðal liva 10-12 ár styttri enn ikki roykjarar, minnir landslæknin á.
Boðskapurin nær ikki út
Heilsulagslýsingini vísir eisini, at stóri fititrupulleikin eisini hevur rakt føroyingar. Sambært tølunum hoyrir næstan annað hvørt mannfólk og fjórða hvørt konufólk heima í bólkinum yvirvekt og 10 % eru í bólkinum ógvuslig yvirvekt. Og sambært landslæknanum er tað ikki bara matvanunum, tað er galið við.
- Ein annar stórur trupulleiki hjá føroyingum er, at vit røra okkum ov lítið, eitt nú koyra so nógv í bili. Tað er bæði skaðiligt og stórt spell, tí fram um so nógv onnur hava vit føroyingar jú framúr góðar møguleikar at ganga túrar í vøkru nátúruni, sum er allastaðni rundan um okkum, sigur hann.
Fyrimunirnir við at røra seg nógv kunnu neyvan yvirmetast. Umframt at vera við til forða fyri yvirvekt, beinbroyskni og sukursjúku, minkar rørsla eisini um vandan fyri at fáa ávís sløg av krabbameini, hjartaæðrasjúkur og er í allar mátar gott fyri sálarstøðuna.
- Tíverri vísir tað seg, at heilsuboðskapurin ofta hevur ilt við at náa tey, sum hava mest brúk fyri honum. Skal ein fólkaheilsuætlan eydnast, krevur tað millum annað neyva gransking av sambandinum millum sjúkumynstur og sosiala støðu, so mynduleikarnar harfrá kunnu samstarva um at røkka einstøku vandabólkunum, sigur Høgni Debes Joensen.
Roykjarar í Norðurlondum 2002.
Føroyar: Menn 35%, kvinnur 38%
Ísland: Menn 22%, kvinnur 21%
Danmark: Menn 31%, kvinnur 27%
Svøríki: Menn 16%, kvinnur 19%
Kelda: Heilsulagslýsing fyri Føroyar 2004. Greitt úr hondum: Høgni Debes Joensen, landslækni