NRK veit í kvøld at siga, at luttakararnir á toppfundinum í World Economic Forum, sum í hesum døgum er í Davos í Sveis, eru fluttir úr ráðstevnuhølunum.
Tíðindafólk hjá norska kringvarpinum, sum er á staðnum, sigur, at luttakararnir eru fluttir burtur úr hølunum - ja, eru evakueraðir - og at roykkavarar eru á veg.
World Economic Forum heldur ársfund í Davos, og her luttaka politiskir leiðarar og vinnulívsfólk úr øllum heiminum.
Greitt er ikki, hvør støðan er í ráðstevnubygninginum í Davos í løtuni, og greitt er heldur ikki, hví fundarluttakarar eru fluttir burtur úr ráðstevnuhølunum.
##med2##












