Á facebook liggja nú tríggjar videoupptøkur, sum ein fangi gjørdi, meðan
hann sat í varðhaldinum í Havn. Tað er einki at gera við nú, sigur Bent
Jákup Hansen, leiðari í varðhaldinum Hóast greiðar reglur eru um, at tey, sum sita í varðhaldinum, ikki mugu hava
nakað inn við sær, so eydnast javnan at smugla ymist inn.
Varðhaldið ger javnan kanningar av fangunum, um teir hava drukkið ella tikið
rúsevni, men tað forar ikki fyri, at rúsevni onkuntíð koma inn.
Fartelefon og fototól mugu heldur ikki takast inn í varðhaldið, men tað hendir kortini.
Ein maður, sum sat í varðhaldinum seinasta summar, hevur lagt tríggjar upptøkur úr varðhaldinum út á facebook.
Hann hevur myndir av sær sjálvum roykjandi hassj, hann hevur filmað aðrar fangar og filmar viðurskiftini í varðhaldinum, sum tá var í Bókbindaragøtu í Havn.
Nú er varðhaldið í Mjørkadali.
Bent Jákup Hansen, leiðari í varðhaldinum, heldur ikki, at nakað kann gerast fyri at fáa videoupptøkurnar av aftur facebook. Starvsfólkini mugu bara royna at forða, at tað hendir aftur, sigur hann.