Roykur, men ongin grind

? Set hendurnar fyri oyruni. Jodla síðani - ella rópa. So ert tú vísur í, at tú ikki hoyrir nakrar grundgevingar ella veruleikar, sum ikki hóva tær.

Hesa loysn hava helst tey flestu roynt onkuntíð í sínum lívi. Sjálvur minnist eg at hava brúkt hesa neyðloysn fyri mongum árum síðani, tá tildømis ein orðadráttur við systkin ella vinfólk ikki var til fyrimuns fyri meg, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður m. a. í viðmerking til nýggjastu gongdina í ríkismálinum

Eg hevði tó ikki droymt um, at henda loysn varð brúkt á politiska vígvøllinum, soleiðis sum vit hava sæð tað uppí saman í viðgerðini av ríkisrættarligu støðu Føroya. Róp, skrál, skræðing og ikki ein einasta seriøs viðgerð av teimum uppskotum, sum landsstýrið hevur lagt opið og reiðiliga fram til tingsins viðgerð.


Passa pástandirnir?

Eg havi tað álit á føroyingum, at teir eru førir fyri at gjøgnumskoða hetta forlorna spælið. Tildømis kunnu fólk bara hugsa um, hvørjir pástandir eru førdir fram móti landsstýrinum seinasta hálva árið: Fólkatómar Føroyar, offra vælferðina, kuta, kvetta, proklamasjónir, ørskapur, vantandi heimaarbeiði, forfongiligheit, andstøðan sett uttanfyri og so framvegis og so framvegis. Í dag kunnu fólk sláa fast, at ikki eina av hesum pástandum hevur hald í veruleikanum.

Tað vita andstøðuflokkarnir eisini væl. Teir eru kunnaðir um hvørt nikk og prikk, sum landsstýrið ger í sjálvstýrismálum. Andstøðuflokkarnir koma nú sum ketta burturúr høvdatrog við sonevndum útspælum á sjálvstýrisleið, og tí var vón um endiliga at hava eitt sakligt orðaskifti um framtíðarstøðuna. Men ístaðin tykjast doyvingarrópini nú at vera verri enn nakrantíð.


Er løgtingið ódemokratiskt?

Sama dag, sum útspælið frá Javnaðarflokkinum er komið, síggi eg aftur ovast á breddanum í einum av bløðunum grov álop á mín persón. Um ódemokratiska framferð og vantandi virðing fyri løgtingsarbeiði og stýrisskipanarlóg. Øll søgan er bygd á beinleiðis ósannindir um, hvat er farið fram. Einasta keldan er eitt partapolitiskt róp frá einum einstøkum tinglimi. Og um hugt verður at pástandinum um, at ein landsstýrismaður stýrir eini nevnd, so er tað jú slettis ikki møguligt. Løgtingsmenn gera sjálvir sínar niðurstøður í nevndum og løgtingið hevur sjálvsagt valdið á øllum lógum. Og løgtingið kann harafturat seta ein landsstýrismann frá, um teir meta hann misrøkja sínar skyldur. So at koma við slíkum pástandum, kann bert verða tekin um vantandi virðing fyri løgtinginum og eina grundleggjandi misskiljing av stýrisskipanini. Tað einasta ein landsstýrismaður kann gera, er at svara spurningum og grundgeva fyri sínum svarum, tá hann er biðin um tað. Um tað er ódemokratiskt, so veit eg ikki longur, hvør meiningin er.

Kortini eri eg sannførdur um, at sannleikin í hesum máli kemur fram í sambandi við 2. viðgerð av uppskotinum um grundlógarnevnd.


Ørkymlan er endamálið

Síðani verður framvegis rópt við ræðumyndum og mistulkingum av ætlanum landsstýrisins um ríkisrættarligu støðu Føroya, samstundis sum andstøðuflokkar siga seg vilja semjur.

Tað er sera ilt at síggja nakað annað endamál við hesum enn at skapa ørkymlan og ótryggleika, við tí endamáli at køva tær mongu spírarnar og blómurnar, sum eru farnar at vaksa allastaðni, síðani kósin varð sett móti fullveldi: Ongantíð fyrr hava vit havt eitt so lívligt orðaskifti um búskaparligt sjálvbjargni og framtíðarmøguleikar sum nú. Ongantíð fyrr hava fólk sitið og arbeitt so miðvíst við at útgreina allar avleiðingar, krøv og møguleikar til eitt sjálvbjargið føroyskt samfelag ? at seta karmar um framtíðina. Og hóast tað øvugta verður rópt ferð eftir ferð, so fer alt hetta tilfarið at koma á borðið, áðrenn alt Føroya fólk kann viðgera og taka støðu til framtíðarkarmarnar hjá hesum landinum.

Eg skal tí enn einaferð royna at lýsa skrivliga, hvat fer fram á hesum øki í landsstýrinum. Og hóast tað als ikki er uppiborið, skal eg royna at geva eina sakliga viðgerð av útspælinum frá Javnaðarflokkinum.


Ætlan landsstýrisins

Ætlanin hjá landsstýrinum viðvíkjandi ríkisrættarligu støðuni er formliga í tveimum.


1.Ein sáttmáli verður gjørd millum Danmark og Føroyar, ið skipar Føroyar sum eitt land við fullveldi. Sáttmálin skal áseta framtíðarsamstarvið millum londini. Í hesum sambandi verður eisini gjørd avtala um eina búskaparliga skiftisskipan. Sáttmálin verður lagdur fyri løgtingið og tá løgtingið hevur samtykt hann, verður hann lagdur til fólkaatkvøðu til góðkenningar.


2.Ein grundlóg skal gerast fyri Føroyar. Nevnd verður sett at gera uppskot, sum verður lagt fyri løgtingið og síðani verður grundlógin løgd til fólkaatkvøðu.


Ætlanin byggir á ta politisku grundhugsan, at føroyingar skulu hava fult ræði og fulla ábyrgd av landinum, og føroyska fólkið skipar hetta vald við heimild í egnari grundlóg og gjøgnum sítt fólkavalda lóggávuting, løgtingið, og egnu stjórn, Føroya landsstýri. Føroyar verða viðurkendar sum fullveldi eftir galdandi tjóðarrætti og kunnu frítt taka lut í altjóða samstarvi, sum sjálvstøðugt land.


Fullveldi er myndugleiki

Tað er hetta, sum orðið fullveldi merkir. At tað verður viðurkent sambært galdandi altjóða fólkarætti, at føroyingar hava ognar-, yvirvaldsrættin og alla ábyrgd av landinum. Um vit ikki ynskja fullveldi, so vil evsta valdið og ognarrætturin til Føroyar framvegis liggja í Danmark. Um vit ikki ynskja fullveldi, so eru vit í altjóða viðurskiftum eins og ein persónur sum ikki er myndugur. Hann má hava eitt foreldur ella ein verja at skriva undir fyri seg, og ongin ger nakra avtalu við hann, uttan at foreldrið ella verjin hava játtað at taka ábyrgdina. Hava vit hinvegin fulllveldi, so eru vit myndug mótvegis umheiminum og kunnu troyta óteljandi møguleikar, sum vit ikki kunnu í dag.

Vit kunnu við fullveldi knýta tøtt sambond við Danmark og onnur lond um samstarv, felagsskap, samveldi, samríki og so framvegis. Fortreytin fyri øllum hesum er, at vit hava fingið viðurkenning sum fullveldi. Tað kunnu øll sum kenna til altjóða fólkarætt og statsrætt vátta.

Uppskotið hjá landsstýrinum miðar eftir at vit hava felags kongshús við Danmark, felags gjaldoyra og eina skipan við felags rættindum fyri føroyskar og danskar statsborgarar hvør hjá øðrum. Harafturat ynskja vit samstarvsavtalur um uttanríkistænastu, heilsutænastu, útbúgving og rættarmál..


Sjálvbjargni

er endamálið

Men fullveldi hevur sjálvsagt onki veruligt innihald, um vit ikki brúka henda myndugleikan til at skapa eitt betri og sjálvberandi samfelag sum gerst veruliga sjálvbjargið. Tí krevjast neyvar fyrireikingar og ætlanir fyri, hvussu vit kunnu røkka hesum endamáli og at vit gera okkum greitt, hvørji krøv tað fer at seta okkum. Endamálið hjá samgonguni er at skapa eina trygga og skipaða gongd í hesum stórmáli, har øll fáa eitt haldgott grundarlag at taka støðu.

Tí hevur landsstýrið sett fleiri nevndir og bólkar at greina allar møguleikar og krøv út til eitt sjálvberandi føroyskt samfelag. Úrslitið verður savnað í eitt álit, sum verður lagt fyri almenningin og fyri tingið, áðrenn nakrar samráðingar verða við danir.


Fyrireikingar

til framtíðina

Nevndirnar og bólkarnir eru hesi:


1.Ein búskaparnevnd greinar tey búskaparligu og fíggjarligu krøvini út og viðger avleiðingarnar av at minka blokkstuðulin burtur.

2.Ein fyrisitingarbólkur samskipar arbeiðið í landsumsitingini, har krøvini til lóggávu, fyrisiting og fígging verða gjørd upp fyri at vit hava ræði øllum málsøkjum.

3.Ein sáttmálanevnd arbeiðir við, hvussu ein sáttmáli kann gerast og hvørjar aðrar skipanir finnast millum heimastýri og fullveldi.

4.Skotið er upp fyri løgtinginum at seta eina grundlógarnevnd, ið skal viðgera tey grundleggjandi virðini og rættindini í føroyska samfelagnum umframt sjálva stjórnarskipanina.

5.Ein greiður vinnulívspolitikkur verður orðaður, har endamálið er at skapa nýggjar inntøkumøguleikar og ein tryggari búskap, ið hvílir á fleiri beinum.

6.Ein útbúgvingarnevnd undir Undirvísingar- og mentamálastýrinum arbeiðir við krøvunum til útbúgving og gransking, samstarvsavtalur við onnur lond, lestrarmøguleikar hjá tí einstaka o.s.fr. Í hesum stýri er eisini sett nevnd at gera føroyska kirkjulóggávu.


Hetta er sjálvsagt eitt umfatandi fyrireikingararbeiði, men tað gongur væl. Og ongin ivi er um, at tosið um ræðumyndir sær munandi øðrvísi út, tá úrslitið kemur á borðið í summar. Tá fer at bera til at tosa enn meiri um møguleikar og avbjóðingar heldur enn avmarkingar.


Uppskot Javnaðarfloksins

Hóast allir møguleikar sostatt verða væl og virðiliga viðgjørdir í ætlanini hjá samgonguni, so eru onnur politisk útspæl komin, sum siga seg vera eitt alternativ. Javnaðarflokkurin hevur givið eitt boð í einum faldara.

Fyrsti partur av faldaranum er ein uppreksan av lýtum við núverandi heimastýrisskipan, sum nærum orðarætt er endurgeving av tí, sum samgonguflokkarnir hava ført fram. Harafturat sigur javnaðarflokkurin, at føroyingar skulu hava fult ræði á landinum og at vit skulu gerast búskaparliga sjálvbjargin. Vit skulu minka ríkisstuðulin burtur og vit skulu gera ein sáttmála við Danmark um viðurskiftini landanna millum. Alt skal fara fram á ein tryggan hátt fyri vælferðina hjá tí einstaka føroyinginum. Enntá tosar flokkurin nú um eina fólkaatkvøðu um framtíðarskipanina.

Í øllum hesum er Javnaðarflokkurin sostatt púra samdur við ætlanini hjá samgonguni. So kunnu vit spyrja: Hví hava vit so nú í einar sjey mánaðir hoyrt róp og ókvæmisorð um ætlanir landsstýrisins? Er tað bara orsakað av orðinum fullveldi, sum eftir øllum at døma er púra misskilt og gjørt til ræðuorð?


Skelkandi loysn

Men um endamálið er tað sama, hvørji boð eru so uppá at tryggja fult politisk sjálvræði, eitt trygt samfelag, búskaparligt sjálvbjargni og ábyrgd í uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum?

Og her er uppskotið hjá Javnaðarflokkinum eftir mínum tykki rættiliga skelkandi. Bæði tá tað snýr seg um politskt sjálvræði og um búskaparliga tryggar karmar.

Javnaðarflokkurin skjýtur upp at gera ein samveldissáttmála, har Føroyar og Danmark eru javntsetttar og sjálvstøðugar tjóðir í ríkisfelagsskapi. Men eftirsum Javnaðarflokkurin framvegis ikki vil hava fullveldi, so má hetta gerast innanfyri danska ríkið og donsku ríkisgrundlógina. Einasti møguleiki er tá at skjóta upp, at danska grundlógin verður broytt soleiðis, at hon ásetir rættarstøðuna hjá Føroyum og føroyingum í ríkinum. Hetta hevur flokkurin skotið upp í sambandi við uppskotið um grundlógarnevnd.

Hetta er helst tað mest víðgongda uppskotið um framtíðarstøðu Føroya, sum nakrantíð hevur sæð dagsins ljós.


Verri enn heimastýrislógin

Tí biða vit danir um at áseta okkara rættarstøðu í teirra grundlóg, so hava vit latið allan fólkarætt frá okkum med alla. Tá hava vit sjálvi latið yvirvaldsrættin, ognarrættin og avgerðarrættin yvir Føroyar til danska fólkið og ríkismyndugleikarnar. Tá kunnu vit ikki sjálvi avgera okkara framtíðarstøðu. Tá kann bert danska fólkið broyta grundlógina, um vit ynskja broytingar. Rætturin til fullveldið yvir Føroyum er tá staðfestur at liggja hjá danska fólkinum.

Eg fái meg ikki at trúgva, at Javnaðarflokkurin meinar slíkt, tí sjálvt sambandsflokkurin vildi neyvan farið so langt sum at avreitt okkara rætt til fullveldi, um vit ynskja tað. Tí er hetta uppskot eftir mínum tykki nógv verri enn núverandi heimastýrislóg. Hetta hevði verið tann endaliga sambandsloysnin fyri Føroyar.


Danir valda

og vit gjalda

Uppskotið hjá javnaðarflokkinum um at minka ríkisstuðulin tykir mær eisini rættiliga skelkandi.

Flokkurin vil minka ríkisstuðulin burtur eftir einum lutfalli í mun til tjóðarframleiðsluna í Føroyum. Veksur tjóðarframleiðslan minkar stuðulin ? soleiðis havi eg skilt tað. Og hetta skal gerast uttan at vit fáa politiskt ræði á landinum. Tað kunnu vit so gera av sjálvi, tá blokkstuðulin er burtur, sigur Javnaðarflokkurin.

Tað eftir mínum tykki burturvið, at vit nú skulu gjalda, meðan danir valda.Vit umsita eitt petti av danska ríkinum fyri Danmark, sum sjálvsagt hevur sínar fyrimunir av hesum. Nú skal Danmark so eisini sleppa undan at gjalda fyri sín yvirvaldsrætt yvir Føroyum. Sjálvsagt mugu politiskt ræði og fíggjarlig ábyrgd fylgjast og tað hendir ikki sambært hesum uppskotinum.


Ótryggleiki

og ongin ábyrgd

Annars ljóðar hetta uppskotið jú so trygt, men hvat hevði tað merkt fyri ábyrgdina og endamálið um tryggar búskaparligar karmar?

-Í fyrsta lagi hevði tað elvt til, at føroyskir myndugleikar ikki kunnu gera langtíðarætlanir og kunnu ikki skapa tryggar karmar um búskapin. Veksur tjóðarframleiðslan, tí tildømis vágbingar ella klaksvíkingar skapa nýggjar vinnur ella fiskiskapurin økist, so minkar ríkisstuðulin og landskassainntøkurnar til almennar tænastur verða raktar. Ógjørligt verður at meta um, hvussu landskassainntøkurnar verða næstu árini og at langtíðarplanleggja. Harvið verður lætt at skúgva ábyrgdina fyri búskapargongdini yvir á tjóðarframleiðsluna.

- Í øðrum lagi kann hetta elva til eina vantandi eggjan til vinnulívið at økja um sína framleiðslu og sínar inntøkur. Tí tá missir landskassin inntøkur sambært uppskotinum. Skal tað ikki merkja niðurskurð í almennum tænastum, so má meira takast inn í skatti og avgjøldum, sum rakar vinnulív og einstaklingar. Og veksur tjóðarframleiðslan innan tað almenna, so er úrslitið eisini niðurskurður, sum rakar aftur á tað almenna sjálvt.

-Sostatt tykist mær, at hetta uppskotið er tað mest ótrygga, eg havi sæð enn.


Roykur og ongin grind

Samanumtikið tulki eg uppskotið hjá Javnaðarflokkinum soleiðis, at flokkurin sigur seg ynskja fult politiskt og búskaparligt sjálvræði undir tryggum kørmum fyri tann einstaka. Men uppskotið hjá flokkinum um framtíðarskipanina gongur beint ímóti hesum endamáli.

Fyri at brúka eina mynd: Javnaðarflokkurin glaðar og rópar grindaboð, og roykurin er øgiligur. Men í rópunum og roykinum sleppur grindin, og sambært hesum uppskoti fáa vit ongantíð hendur á henni aftur.

Tí vil eg mæla til, at Javnaðarflokkurin heldur fast um sínar endamálsorðingar. Og at hann síðani brúkar úrslitið av kanningunum, sum landsstýrið hevur sett í verk, til at gera av, hvussu veruligt sjálvstýri og sjálvbjargni kann tryggjast fyri Føroyar.


Høgni Hoydal