Royn vann stórt á HB

Fótbóltur: HB møtti í Hvalba við bert 11 monnum, og tað hevndi seg, tá skaðar tóku seg upp undir dystinum. Men tá hevði Royn longu tikið leiðsluna

HB-liðið var illa mannað til dystin móti Royn sunnudagin. HB hevði heitt á hvalbingar um at fáa dystin fluttan til sunnudag orsakað av ferðasambandinum, og hesi áheitanini gekk Royn á møti.

Men tað hjálpti eftir øllum at døma ikki HB serliga nógv, og bert 11 mans vóru við á túrinum í Suðuroy.

Av hesum vísti Bárður Mortansson seg at vera størsta hóttanin, og hann var eisini nær við at geva HB leiðsluna eftir eitt kontraálop tíðliga í dystinum. Royn legði annars hart út og kom til fleiri kjansir. Tað gav bonus, tá Njálur Niclasen royndi seg úr 20 metrum. Skotið rakti ein HB-ara á vegnum og snýtti málverjan. Nú var Royn á odda 1-0, og støðan bleiv verri hjá HB, tá Bárður Mortansson eini tíggju minuttir áðrenn hálvleik noyddist út við skaða. Hann kom inn aftur í seinna hálvleiki, men tað var lætt at síggja, at hann hevði ringt við at spæla, og Royn hevði greiða yvirvág á vøllinum.

Tað vóru bert spældir fimm minuttir av seinna hálvleiki, tá Allan Michelsen økti til 2-0. Ein langur bóltur fer framvið øllum, og Allan gerst einsamallur við málmanninum, sum hann rundar og síðani skorar.

HB hevði nú eitt fríspark, sum endaði á tvørstongini, men havnarmenn mistu mótið, og tá Njálur Niclasen við einum brandskoti økti til 3-0, var liðugt hjá HB.

Og tá so Alexander Vukotic við einum korteri eftir skoraði til 4-0, var tað bert í tráð við spælið, sum Royn hevði havt alt av í seinna hálvleiki.

HB er framvegis eitt av ovastu liðunum í deildini, men tað ber ikki til at fara til so torføran útidyst sum tann í Hvalba við bert 11 monnum. Teir kundu eisini takka sínum málverja fyri, at ósigurin ikki bleiv størri.