Royna aftur at fáa tunnil til Fámjins

Bygdaráðið í Fámjin roynir enn einaferð at sannføra landsins politiska myndugleika, at tað er neyðugt at gera tunnil ímillum Øravík og Fámjin.

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, var í Fámjin í summar.

- Hóast tað hvørki var hált ella stormur, fekk hann seg rættiliga royndan á Fámjinsvegnum, tí tað var ringt sýni.

Bygdaráðið í Fámjin staðfestir, at vegurin er ein hin smalasti og hægsti í landinum.

Har eru hættislig sving, fá víkipláss og grót ríður dagliga á vegin.

Harafturat hevur Landsverk onga fráboðan um koyrilíkindini á Fámjinsvegnum.

Tí heitir bygdaráðið eisini á landsstýrismannin í innlendismálum um at seta eina veðurstøð upp Fámjinsvegnum beinanvegin.

Bygdaráðið vísur eisini á, at sambært Landsverk kann trupulleikin við vegnum loysast við at gera ein tunnil, sum er til longdar sum Leynartunnilin, ella einar 660 metrar.

- Sum umstøðurnar eru nú, er vegurin ein forðing fyri, at bygdin mennist og dømi eru um húski, sum ikki hava viljað búsett seg í Fámjin av somu orsøk og tað eru eisini dømi um húski, ið eru flutt av bygdini, tí vegurin er so ringur.