- Vit koma at sita nakað afturat.
Petur Zachariasen, sum er semingsmaður saman við Petur Joensen, sigur, at enn hava teir ikki mist álitið á, at tað ber til at finna eina semju í sáttmálatrætuni ímillum Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.
Partarnir hava roynt seming alt vikuskiftið og í dag skuldu teir so fara undir tað, sum semingsmenninir mettu at vera seinasta skotið í byrsuni.
Tá ið vit tosaðu við semingsmenninar fyri eini lítlari løtu síðani staðfestu teir, at enn var gongd í samráðingunum.
Petur Zachariasen segði við Sosialin í dag, at hann væntaði, at hetta verður semingsroyndin, sum vísir um tað røkkur ella støkkur
Teir væntaðu eisini, at teir komu at sita í nakrar tímar afturat og tað kann saktans takast sum eitt gott tekin og semingsmaðurin sigur, at sum støðan er nú, hava teir hug at gera nakrar royndir afturat.