VÁPNAROYNDIR
Í sendingini Access to evil (Atgongd til óndskap) vísir BBC á eitt alment norðurkoreanskt skjal, har sagt verður, at politiskir fangar verða nýttir sum royndardjór, tá ymisk evnafrøðilig vápn skulu roynast. BBC veit eisini at siga, at norðurkoreanar hava nýtt kvinnur og børn í slíkum royndum.
Sambært BBC stava upplýsingarnar frá einum fyrrverandi norðurkoreanskum hernaðarsendimanni í Beijing. Sendimaðurin lýsir eitt sokallað gasskamar, og hann vil vera við, at hann hevur sjálvur sæð gasskamarið og fólk, sum vórðu nýtt í royndunum har.
? Eg var hjástaddur, tá eitt húski bleiv nýtt í einari kanning við gassi. Øll doyðu, foreldrini, ein drongur og ein genta. Foreldrini spýðu, men kortini royndu tey at bjarga børnunum við at blása luft í munn teirra, hevur hernaðarsendimaðurin greitt frá. Sambært BBC hava trý onnur fólk váttað upplýsingarnar.
Spurdur, mhvussu tað kendist at síggja børnini doyggja, svarar sendimaðurin, at hann hevði ikki samkenslu við teimum.
? Undir tí stýrinum, sum eg tá hevði, hevði eg bara kensluna av, at hetta var fíggindin, sigur hann við BBC.
Altjóða mannarættindafelagsskapurin Amnesty International sigur seg ikki hava prógv fyri, at norðurkoreanar nýta fangar til vápnaroyndir. Ein talskvinna hjá felagsskapinum sigur við Reuters, at tey hava hoyrt um hetta, men at norðurkoreansku myndugleikarnir hava víst skuldsetingunum aftur.