Royna nú at bjarga Føroyum burtur úr einum altjóða mistaki

– Nú eru tað lond sum Italia og Kroatia, sum gera av, um vit skulu sleppa at veiða lunda og álku Føroyum

 Skulu tað vera lond sum Kroatia, Italia og Luxemburg, sum skulu sleppa at gera av um vit skulu sleppa at veiða lunda?

 

Tað munnu tað vera fá, sum halda. Men nú er tað alt, sum bendir á, at tað er nettupp tað, sum er við at henda, tí nú eru Føroyar rættiliga komnar í knípu av einum altjóða sáttmála, sum føroyskir myndugleikar eisini hava lýst at vera galdandi í Føroyum.

 

Talan er um AEWA sáttmálan sum hevur til endamáls at verja sjófugl, og sum eisini er lýstur at galda í Føroyum. Men tað kann hava verið eitt ordiligur brølari, tí nú hava nøkur av limalondunum skotið upp at samtykkja at friða fleiri fuglasløg, eisini lomviga og álku. Og verður tað sett í gildið, verður tað sostatt eisini galdandi fyri Føroyar, tí vit eru við í sáttmálanum

 

Síðani hava báðir teir føroysku fólkatingsmenninir, Magni Arge og Sjúrður Skaale, tikið spurningin upp við donsku stjórnina. 

 

Teir siga, at upprunaliga ætlaði danska stjórnin sær ikki at atkvøða í málinum. Men fólkatingsmenninir hava boðað stjórnini frá, at tað er als ikki nøktandi. Tískil hava teir kravt, at danska stjórnin skal atkvøða ímóti. Og nú hevur danska stjórnin so gjørt greitt, at hon hevur skift støðu, og fer at atkvøða ímóti 

 

Men nú eru góð ráð dýr, tí Sjúrður Skaale sigur, at tað er so stórur meiriluti fyri at seta bannið í gildi, at danska atkvøðan ger ongan mun. Hann sigur á Facebook, at tí verður neyðugt at ganga aðrar leiðir fyri at sleppa undan, at bannið eisini fær gildi í Føroyum. 

 

Og ein roynd, sum verður gjørd, er at fáa limalondini í AEWA at góðtaka, at bannið skal ikki vera galdandi í Føroyum.

 

Men ein onnur roynd, sum verður gjørd, er at fáa Føroyar krøktar burtur úr AEWA sáttmálanum. Og  Sjúrður Skaale, heldur, at nettupp tað kann vísa seg at vera ein rýmingarleið. Hann vísir á, at sáttmálin er lýstur at vera galdandi í Føroyum. 

 

– Men hann varð ongantíð lagdur fyri Løgtingið til viðgerðar og tí fara vit at tvíhalda um, at í roynd og veru er sáttmálin ikki galdandi í Føroyum tí hann er settur í gildi á skeivum grundarlagið, sigur Sjúrður Skaale.

 

Hann sigur, at danski ráðharrin á økinum, Jacob Ellemann Jensen hevur lovað at seta seg í sambandi við føroyskar myndugleikar um málið.

 

Føroysku fólkatingsmenninir hava ført fram, at verða slíkar avgerðir trýstar inn á okkum uttanífrá fara tær ikki at verða virdar, og tí er tað endamálsleyst at seta hetta í gildi fyri Føroyar. Skal fuglur friðast, skal tað koma frá okkum sjálvum, akkurát, sum bygdafólk ymsastaðni kring landið, av sínum eintingum longu hava friðað lundanm sigur Sjúrður Skaale.