Roynd at fáa lív aftur í Klaksvíkar sangfelag

Klaksvíkar sangfelag bjóðar øllum sanghugaðum til Skeið í kórsangi við Tóru Vestergaard 24.februar.

Klaksvíkar sangfelag v/Ásu Niclassen, Forkvinna, Bergfríð Klakstein, peningarøkil, og Maluni Mikkelsen tók eitt týdningarmiki stig 28.09.2023. Tá var boðað til fundar á Skúlatrøð. Á skránni var ein roynd at fáa lív aftur í Klaksvíkar sangfelag. Ása, Bergfríð og Malan vóru partur av nevndini frá 1996-97, sum nú vil geva stafettina víðari til yngri sangfuglar.

 

Síðani fundin hevur ein arbeiðsbólkur roynt at funnið ein leist, sum kann vera við til at kveikja lív aftur í eitt felagskór í Klaksvík og føra til endurstovnan av Klaksvíkar sangfelag.

 

 

Skeið í kórsangi við Tóru Vestergaard 

 

Klaksvíkar sangfelag bjóðar øllum sanghugaðum til Skeið í kórsangi við Tóru Vestergaard 24.februar kl 10.30-15.30. Hetta er ætlað sum 4 dagar við kórsangi. Matur og drekka er partur av skeiðnum.

 

Karmur um skeiðið verður Býráðssalurin á Nólsoyar Pálsgøtu 36. Tilmelding er á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kvøldskúla kks.fo. Seinasta freist er hósdagin 22.februar.

 

Vónandi eydnast handanin av stafettuni, siga fyrieikarar í tíðindaskrivi.

 

Fyrireikarnir vóna at fáa góðan stuðul frá øllum sangfuglum í Norðoyggjum. Eydnast tað at savna fleiri sangglað úr øllum ættum í eitt felagskór í Klaksvík, kunnu vit síggja fram til fastar venjingar frá í heyst.

 

Vónandi vil avgerðin hjá Kórsamband Føroya at leggja kórstevnuna 2024 í Varpið vera við til at stuðla undir at Klaksvíkar sangfelag, sum í ár hevur 80 ár á baki, framhaldandi kann vera eitt gott umboð fyri Norðoyggjar.

 

##med2##

 

##med3##