Um vikuskifti var REX karmur um sera góðan tónleik, og leygarkvøldið trein ein ung kvinna á pallin og tók øll á bóli. Planet var á staðnum. Eyðun Nolsøe var saman við øðrum dugnaligum tónleikarum á pallinum í REX um vikuskifti, og sum vanligt var rómurin góður, og teir væl umtóktu tónleikararnir vístu enn einaferð sínar dygdir. Tað óvanliga við hesum leygarkvøldinum var, at á miðjari nátt trein ein ung kvinna á pallin, og sýndi síni kynstur sum songkvinna.
Bert 17 ára gomul var Lív Jákupsdóttir Ryggshamar á palli saman við Eyðun Nolsøe, og framførdi hon lagið hjá Jeff Buckley, Halleluja. Dansurin nærmast steðgaði upp, og forvitni fylti salin, meðan fólk hugsaðu um hvør tann ungan songkvinnan var. Óroynd á palli megnaði unga kvinnan at framføra torføra lagið meistaraliga, og hóast hennara unga aldur var tónleikurin í hásæti frá byrjan til enda.
- Eg haldi tað var so fantastiskt at sleppa at spæla saman við Eyðun. Hann er ótrúliga dugnaligur, og tí var tað ein uppliving fyri lívið, sigur Lív.
Spurd um hvussu tað var at framføra fyri fyrstu ferð, sigur Lív soleiðis.
- Longu í fyrsta ørindinum bleiv eg ótrúliga rørd, og hugsaði fyri mær sjálvari, at hetta vil eg gera restina av lívinum. Eg lyfti bara armarnir upp, og nýtti hvørt sekund av lagnum, sigur hon.
Lív er enn ikki limur í nøkrum tónleika bólki, men hevur ætlanir um at stovna sín egna bólk.
- Eg og ein vinkona hava ætlanir um at stovnað ein bólk, men eg veit ikki júst nær, sigur Lív við Planet
Spennandi verður at síggja um Lív ætlar sær at halda fram við tónleikinum. Undir øllum umstøðum vantar henni ikki førleikar sum songkvinna.