Tá Gunnvá skuldi taka fráfaringarroyndina í fólkaskúlanum, fór óttin tó veruliga út um alt mark.
Fyrsta munnliga royndin var í enskum. Hóast Gunnvá var ógvuliga bangin, fór hon upp sum vanligt, og tað gekk fínt. Men so byrjaði at hon at missa tamarhaldið á nervunum.
? Tann næsta munnliga royndin hjá mær var í lívfrøði. Eg var forferdiliga bangin, sat bara inni og las, men eg fekk einki burturúr. Og so gjørdist eg enn bangnari, greiðir hon frá. Hon kom í eina ónda ringrás, sum hon ikki slapp úr aftur. Hon fekk ikki sissað seg sjálva, fekk ikki nervarnar í rættlag aftur og at enda fekk hon einki gjørt uttan grátið.
? Eg rokni við, at eg havi gjørt ov nógv við at lesa til royndina í lívfrøði, og at eg havi sett meg sjálva undir eitt so stórt trýst, sum eg ikki havi klárað at staðið ímóti, sigur hon.
?Eg ætlaði slett ikki at fara til royndina. Eg tordi ikki. Men eg visti, at so fekk eg einki fráfaringarprógv, og so hevði eg nærum ongar møguleikar aftaná fólkaskúlan. Ella hevði eg verið noydd at farið til próvtøkuna um heystið, og tað vildi eg heldur ikki, sigur Gunnvá. ? Eg visti ikki hvat eg skuldi gera, so eg bara græt og græt.
Endin var, at mamman ringdi til læknan, har Gunnvá fekk nervatablettir. Mamman ringdi eisini til læraran og greiddi honum frá støðuni hjá Gunnvá.
Próvtøkan
Lærarin, Vagnur Mikkelsen, fekk yvirtalað Gunnvá at koma oman í skúlan at práta og endin var, at Gunnvá játtaði at fara til royndina. Hon slapp at bíða til øll høvdu verið uppi, so eingin sat og bíðaði eftir at sleppa inn aftaná hana.
-? Mamma kom við mær til royndina. Eg fór inn, tók ein seðil og fór inn í fyrireikingarhøli. Men eg fekk einki burturúr, tí eg bara græt. Eg var so forferdiliga bangin. Heldigvís slapp mamma við inn til fyrireikingina, tað hjálpti mær nógv, men eg fekk allíkavæl einki burturúr, greiðir Gunnvá frá. Hon bleiv rópt inn, men fekk einki sagt. Svart klappurin var farin fyri og høvdið var púra tómt. Tað einasta hon kendi, var ótta.
? Lærarin, Vagnur, var ordiliga róligur og tosaði spakuliga við meg. Tað fyrsta hann spurdi meg um, var um eg ætlaði mær at nýta nakra mynd at greiða frá við. Eg segði nei, tí eg visti einki at greiða frá. So spurdi hann meg um ymiskt, og so við og við klárnaði tað í høvdinum og svarti klappurin fór frá aftur. Tað, at hann var so róligur, hjálpti mær nógv, tí tað sissaði meg. Hann fekk meg at fara eitt stig longur allatíðina. Tað endaði við, at eg bað um at fáa myndina aftur, so eg betur kundi greiða frá, fortelur Gunnvá. Tá alt kom til alt, fekk hon eitt 10-tal. Nógv meir enn hon hevði væntað.
Til ta næstu royndina, sum var í donskum, hevði Gunnvá ikki lisið nakað serligt. Hon megnaði rætt og slætt ikki at lesa. Hon tók framvegis nervatablettir, men var ikki so bangin sum hon var til lívfrøðiroyndina, kanska tí hon ikki hevði lisið og lisið og á hendan hátt øst seg sjálva upp.
? Eg slapp aftur at bíða inntil øll høvdu verið uppi og mamma var eisini hesuferð inni við mær. Royndin gekk fínt. Men eg var ótrúliga nervøs, sigur Gunnvá.
Royndaróttin er har enn
Eftir 9. flokk fór Gunnvá ikki víðari í 10. flokk. Ein av orsøkunum var, at hon ikki orkaði tankan um at skula ígjøgnum alla mylluna av nervum, gráti og ótta einaferð enn, tá tíðin kom til 10. floks royndinar.
Hon valdi heldur at royna arbeiðslívið eina tíð. Men so vildi hon, sum flestu ungu í dag, sleppa á miðnámsskúla.
? Eg hevði hugsað um at fara í Studentaskúlan, men eg tordi ikki, tí eg hevði hoyrt so nógv um allar royndirnar har uppi. So eg søkti inn á FHS ístaðin. Og nú ganga vit til eksamiu her. Vit hava longu verið uppi í verkætlanini, sum vit hava arbeitt við, og tað gekk væl. Eg var ordiliga nervøs, men eg valdi at royna meg uttan nervatablettir hesuferð, og eg kláraði tað, sigur hon við einum smíli.
Gunnvá sigur seg ikki vita hvat tað er, sum hon ræðist so illani.
? Eg verði bara so forferdiliga bangin, eg veit ikki hví. Tað er í grundini nokk so løgið. Men eg dugi ikki at forklára tað. Eg havi tað ræðuligt áðrenn hvørja roynd, tí eg ræðist tað so illa. Og tað hjálpir einki at siga, at tað ikki er nakað at ræðast, tí eg eri bangin allíkavæl. Tað er bara ein ræðuliga vemmilig kensla, sum eg ikki fái gjørt nakað við, sigur hon. ?Men tað hevur tíbetur ongantíð verið so ringt, sum til hasa lívfrøðiroyndina aftur.
Hon ivast tó ikki í orsøkini til, at hon í dag megnar at stýra óttanum so mikið, at henni ikki nýtist at taka tablettir.
?Av tí, at Vagnur Mikkelsen var so róligur og vinarligur til lívfrøðiroyndina í 9. flokki, og stigvíst fekk meg ígjøgnum próvtøkuna, havi eg sæð, at tað letur seg gera. Hann fekk meg ígjøgnum tað ringasta, so sjálvt um eg enn havi tað ringt, so veit eg, at eg havi havt tað verri og allíkavæl klárað tað, sigur hon.
Gunnvá endar við at siga, at royndaróttin slettis ikki er so stórur til tær skrivligu royndirnar. Tá hevur hon bara vanligar nervar. Av tí góða slagnum, sum fáa teg at gerast betur ístaðin fyri at fara í baglás.