Royndi at lumpa 56.000 krónur frá tryggingini

Ein maður er avdúkaður fyri at royna at lumpa tryggingina, tá ið hann koyrdi útav og knústi sær bilin sundur, men hann sleppur frá at fara í geglið tí hann er so gamal

Tá ið ein maður herfyri koyrdi útav og knústi sær bilin sundur, royndi hann at lumpa tryggingina til at gera bilin ístand aftur.

Men tað kom hann lort burturúr.

Hann var nevniliga avdúkaður og í landsrættinum í gjár varð hann dømdur at sita í geglinum í 50 dagar og at betala 3.000 krónur í bót, umframt sakarmálskostnaðin.

Men av tí at maðurin er so gamal, varð dómurin gjørdu treytaður. Tað merkir, at hann sleppur undan at fara í geglið. Men ger hann nakað annað revsivert hesi bæði næstu árini, verða hesir 50 dagarnir tiknir við.

Sostatt vóru dómararnir samdir við ákæranum í, at revsingin fyri lógarbrot sum hetta, eigur at kosta út ímóti tveimum mánaðum í geglinum, tí tryggingarsvik er eitt alvorligt brotsverk, sum eigur at føra harða revsing við sær.

Maðurin er farin um pensjónsaldur og ákærin gjørdi eisini greitt, at hann ætlaði ikki at seta seg ímóti, at dómurin varð gjørdur treytaður, so at maðurin sleppur undan at sita, tí hann er so gamal.

Maðurin fekk somu revsing í Føroya Rætti, men var so ónøgdur, at hann skeyt dómin inn fyri Landsrættin, men tað loysti seg so ikki hjá honum, tí tað hensi ongin broyting.


Fór útav

Maðurin hevði bil, men onki koyrikort og hann varð tvær ferðir tikin fyri at koyra við ongum koyrikorti.

Men tann álvarsliga ákæran um tryggingarsvik varð reist ímóti honum í kjalarvørrinum á einum váttligum túri, tá ið hann var farin í býin í Havn eitt vikuskifti.

Hann greiddi rættinum frá, at hann hevði koyrt úr heimbygdini ímóti Havnini, men setti bilin í Kollafirði og fór víðari við Bygdaleiðum, tí koyrdi hann líka til Havnar var stórur vandi fyri, at løggreglan skuldi taka hann og tað hevði ikki verið so heppið við tað, at hann onki koyrikort hevði.

Eftir býtúrin í Havn fór hann heim aftur við bygdaleiðum, men hann hevði kenning og læt tískil bilin standa í Kollafirði.

Somu nátt fann løgreglan bilin í eini veit norðanfyri Kollafjørð og hann var rættiliga illa farin tí hann hevði koyrt einar 100 metrar ígjøgnum veitina, áðrenn hann var steðgaður.

Løgreglan royndi at finna fram til eigaran, men tað eydnaðist ikki, tí tað var á miðjari nátt.


Falskar fráboðanir

Tá ið gerandisdagurin var aftur, ringdi maðurin til tryggingina og boðaði frá, at bilurin var stolin og at hann hevði fingið stóran skaða.

Hann fekk eisini skaðafráboðan, sum varð fylt út og latin inn.

Tryggingin boðaði honum frá, at hann mátti melda tilburðin og stuldurin til løgregluna áðrenn tryggingin vildi viðgerða umsóknina um endurgjald.

Tað gjørdi maðurin so og boðaði løgregluni frá, at onkur hevði stolið bilin og hevði koyrt útav, so at hann hevði fingið stóran skaða.

Hann visti ikki av stuldrinum, men onkur hevði ringt til hansara og spurt, hvat bilurin hjá honum gjørdi í eini veit norðanfyri Kollafjørð.

Hann visti ikki hvør tað var, sum hevði ringt. Hann hevði ein ábending um, hvør tað kundi vera, men tá ið løgreglan kannaði telefonlistarnar hjás honum, funnu tey ongan, sum kundi havt ringt til hansara.

Og nú segði maðurin eisini, at hann hevði fingið at vita at tað var ikki hesin kortini, sum hevði ringt, men hvør tað so kundi vera, hevði ikki hóming av.

Løgreglan kannaði eisini bilin gjølliga, men fann ongi sum helst tekin um, at bilurin hevði verið stolin.

Niðurstøðan hjá løgregluni var, at bilurin varð startaður við lyklinum.

Tað helt maðurin kundi væl passa, tí tað vóru fleiri lyklar til bilin, men hann visti ikki, hvør hevði teir. Sjálvur hevði hann ein bara lykil og hann var ikki stolin, tí løgreglan hevði sæð hann, tá ið maðurin varð avhoyrdur.


Skaði f yri 56.000 krónur

Tryggingin metti skaðan á bilin til at kosta 56.000 krónur at umvæla, men tað kom ongantíð so langt sum til at tryggingargjaldið varð útgoldið.

Maðurin varð sostatt ákærdur fyri at hava roynt at svika við tryggingini og fyri at hava latið løgregluni eina falska fráboðan um, at bilurin varð stolin.

Landsrætturin helt, at tað var ivaleysa góð prógv fyri, at bilurin var ikki stolin og at maðurin sostatt hevði koyrt sjálvur, tá ið hann fór útav.

Tí varð hann dømdur eftir ákæruritinum fyri bæði tryggingarsvik, fyri falska fráboðan til løgregluna og fyri at hava koyrt við ongum koyrikortið og fyri at hava koyrt útav uttan at boða frá.