Í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan miðskeiðis úr Havnini um, at ein maður royndi at bróta inn í fluguskápið hjá teimum.
- Tá ringt varð til okkara, høvdu tey tikið tjóvin á bóli. Vit fóru á staðið og viðkomandi, sum hevur sovið í brummuni í nátt, verður avhoyrdur, tá til ber at avhoyra hann.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey eisini funnu ein ryggsekk við øli og brennivíni beint við, har roynt varð at bróta inn í fluguskápið.
- Fyrr um kvøldið hevði løgreglan sæð mannin, sum royndi at stjala úr fluguskápinum og eitt vinfólk bera henda sama ryggsekk. Illgruni er um, at tað, sum er í ryggsekkinum, helst eisini er tjóvarí.
Løgreglan sigur, at tað kann vera eitt gott hugskot hjá fólki, sum hava okkurt standandi í fluguskápi ella hjalli í miðbýnum í Havn, at hyggja eftir, um nakað er horvið.
Lagt verður aftrat, at samsvarar møguligur missur við tað, sum er í ryggsekkinum, sum varð funnin á staðnum, kunnu fólk seta seg í samband við løgregluna og fáa tjóvagóðsið aftur.