Royndi fleiri ferðir at lúgva seg undan

Àkærdi í stóra rúsevnamálinum royndi ferð eftir ferð at lúgva seg burturúr knípuni og hann var ikki serliga sinnaður at samstarva, tá ið løgreglan avhoyrdi hann

Maðurin, sum alla hesa vikuna er ákærdur fyri at hava havt stórar nøgdir av rúsevnum í varðveitslu og sum skal hava hjálpt til at smuggla tey víðari til Íslands, hevur ikki verið serliga sinnaður at samstarva við løgregluna.

Tað greiddi ein løgreglumaður frá í gjár, tá ið hann var í rættinum í dag og gav frágreiðing.

Hann segði at ákærdi royndi fleiri ferðir at snúgva sær undan og viðgekk ikki sannleikan, fyrrenn hann varð trýstur til tað.

Hinvegin hevur ákærdi ikki skyldu at siga nakað sum helst um málið so tað er hansara fulli rættur at tiga ella at siga, hvat hann vil, tí tað er løgreglan, sum skal prógva, at hann er sekur.

Men Løgreglumaðurin segði, at hann hevði givið honum tey ráð at siga sannleikan. Hansara hansara royndir frá fleiri slíkum málum vóru, at fóru tey, sum vórðu skuldsett í slíkum málum fyrst undir at pynta upp á søgurnar fyri at sleppa sær sjálvum undan ella fyri at kasta skyldina á onkran annan, kom tað bara at skaða teir sjálvar, tí so er tað torført at vita, hvat er satt og hvat er rangt.


Ikki kortini á borðið

Ì hesum føri segði løgreglumaðurin, at hann merkti beinanvegin, at tann ákærdi varvar ikki sinnaður at leggja kortini á borðið.

Hann segði eisini, at løgreglan brúkti tann taktikk at teir lótu ikki tann ákærda vitað, hvussu nógv løgreglan í veruleikanum visti um málið.

Og í hesum føri kom fleiri ferðir fyri, at tann ákærdi royndi at lúgva seg burtur úr málinum.

Og tað var ikki fyrrenn løgreglan sjálv legði røttu sannleikarnar fyri hann, at hann viðgekk rætta samanhangin.

Fyrst tvíhelt hann um, at tað var ikki hann sjálvur, men ein av íslendingunum, sum hevði lagt ein ryggsekk við rúsevnum í bilin hjá honum.

Ikki fyrrenn løgreglumaðurin segði, at hann hevði sæð við sínum egnu eygum, at tað var ákærdi sjálvur, sum hevði lagt ryggsekkin í bilin, viðgekk hann.

Hetta kundi løgreglumaðurin staðfesta, tí løgreglan høvdu havt støð á Havnarskrivstovuni í Vestmanna, har teir í loyndum høvdu eygleitt tað, sum fór fram rundanum stuttleikabátin hjá smugglarunum og polititisturin, sum vitnaði, hevði sjálvur sæð ákærda tveita ryggsekkin við rúsevnunum í bilin.

Og so hvørt, sum málið gekk, vóru fleiri og fleiri avgerðandi lyklapunkt, har tann ákærdi broytti sína frágreiðing, tí hann varð kroystur í takt við, at løgreglan legði sannleikan og tað, sum hon hevði eygleitt, fyri hann.