Royndir í dag: Tøknin forðar næmingum at fara til roynd

- So er aftur galið við tøknini

Í dag skuldu næmingar kring landið vera til undanroynd til landsroyndina, men tøknin riggar ikki sum hon skal og tí eru royndirnar ikki farnar í gongd enn.

 

 

Í øllum førum ikki hjá teimum skúlunum, sum in.fo hevur tosað við í morgun.

 

 

Marjun Holm, skúlastjóri í skúlanum á Argjahamri sigur, at enn riggar tøknin ikki og tí lata tey undanroyndirnar liggja, inntil tøknin riggar.

 

 

Tað sama sigur Høgni Joensen, stjóri í skúlanum við Løgmannabreyt, hvørs næmingar heldur ikki eru farnir í gongd við undanroyndina enn.

 

 

Um royndirnar als ikki verða hildnar í dag, er óvist. Tað veldst um, nær tøkning riggar aftur. Sum nú er sleppa næmingarnir ikki inn á skipanina, har royndin liggur.

 

 

Undanroyndir hava annars bert til uppgávu at fyrireika næmingar og tøknina upp á landsroyndirnar, men kortini er hetta ein roynd, sum enn einaferð er forðað av, at tøknin svíkir.