Royndir rokkarar við boðskapi

- Heimurin hevur ikki tørv á einum rokkbólki aftrat, men á sannleikanum, sigur Ulf Christiansson, forsangari í rokkbólkinum Jerusalem. Vit práta við bersøgna og eldhugaða mannin, ið illa tímir at tosa um veður og vind.

Síðst í áttatiárunum spældu Jerusalem á fyrsta sinni í Føroyum. Svenski bólkurin var eitt sera heitt navn innan kristnan tónleik, og við stórum hári, fýrverki og longum solo’um borgaðu teir fyri einum konsertbraki.


Nú, 20 ár seinni og framvegis á toppinum, koma teir aftur til Føroya, og teir gleða seg:


- Vit í bólkinum hava sera góð minnir frá okkara seinasta túri í Føroyum. Tað er, sum um at føroyingar eru eitt sindur tættari og meiri saman enn fólk aðrastaðni, sigur Ulf Christiansson, sum er forsangari og grundarsteinurin í bólkinum.


- Og eg giti, at tað kemst av, at landið er so lítið og samstundis so avskorið. Fólk knýta seg tættari.


Á hesum sama túri komu sviarnir út í óføri:


- Okkum dámar væl at vera úti í natúruni, so vit í bólkinum fóru ein gongutúr uppá eitt av tykkara vøkru fjøllum. Men vit viltust og komu ikki afturíaftur fyrr enn tímar aftaná, sigur Ulf flennandi og lovar, at tað ikki verður nakað fjallaævintýr hesuferð.



Djevulsins tónleikur

Bæði rokktónleikur og kristindómur høvdu framgongd í sjeytiárunum, tá ið Jerusalem sá dagsins ljós.


Karismatiska vekingin var í hæddini, samstundis sum Judas Priest, Black Sabbath og Deep Purple gingu á odda í rokkkolveltingini og sparkaðu tónlistarligar dyr niður.


Fullir av áræði tvinnaðu ungu menninir í bólkinum hesar báðar, at síggja til, mótsetningarnar; harðan rokk og kristindóm.


Hetta fall ikki í góða jørð millum nógv kristin, og á nógvum støðum vóru teir als ikki vælkomnir. ‘Djevulsins tónleikur’ varð tað kallað.


Men sum tíðin leið og fordómar hvurvu, gjørdust teir betur og betur umtóktir. Harði tónleikurin og bersøgni, kristni boðskapurin fangaði ungdómin, og í meiri enn tríati ár hevur henda samansetingin gjørt Jerusalem til eitt av best umtóktu, kristnu nøvnunum á okkara leiðum.


Ein bersøgin maður


Aftur til Ulf. Tað gert skjótt greitt, at hesin maðurin hevur sterkar meiningar og ikki smæðist við at leggja tær á borðið – ongar fingrar millum.


Eftir at hava prátað eina løtu um leyst og fast, verður farið eitt sindur djypri og tað hóvar 57-ára gamla rokkaranum:


- Satt at siga, so tími eg illa at práta um veður og vind. Tað havi eg gjørt so ofta gjøgnum árini. Eg vil nógv heldur práta um okkurt størri. Okkurt sum telur, sigur Ulf og greiðir frá, hvat hann meinar við:


- Øll vilja vita, hví vit eru her. Hvat meiningin við tí heila er. Nógv fólk hava einki at liva fyri. Og júst tí er tann kristni boðskapurin meiri umráðandi enn nakrantíð áður.



Dánjal í Bábylon

Ulf hevur í meiri enn tríati ár verið ein partur av kristnu tónleikavinnuni, og hann hevur sína egnu, greiðu hugsan um hana:


- Nógvir kristnir bólkar royna at gerast ein partur av verðsliga plátumarknaðinum við at fjala boðskapin og spæla eftir heimsins spælireglum. Men tað riggar ikki. Okkara boðskapur er meiri kollveltandi enn so.


- Hinvegin er tað heldur ikki rætt at avbyrgja seg. Vit liva øll í sama heimi. Men eins og Jesus, so hava vit ein greiðan boðskap, sum er torførur at balla inn í nakað pent. Hann er konfronterandi, óvikiligur og av tí sama - annarleiðis.


Ulf nýtir eina mynd úr Gamla Testamenti:


- Tað er sum við Dánjali og vinmonnum hansara, tá ið teir vórðu burturfluttir til Bábylon. Teir góvu ikki eftir, hóast teir vóru í einum fremmandum landi. Eitt sindur soleiðis skulu vit vera í dag.



Minni rokk – meiri sannleika

Endamálið við bólkinum, og at spæla yvirhøvur, er vorðið greiðari og greiðari við árunum:


- Vit leggja ikki longur í, um vit eru væl umtóktir og hava nógvar fjepparar, hóast tað eisini er frálíkt. Tað er bara ikki endamálið. Vit ynskja fyrst og fremst at tæna Gudi og at seta Hansara ætlan fram um okkara. Ríkidømi og at vera kendir sigur okkum einki longur.


- Heimurin hevur ikki tørv á einum rokkbólki aftrat. Heimurin hevur tørv á sannleikanum.


At enda spyrji eg um framførsluna á Fjarðafestivalinum, og hvat áhoyrararnir kunnu vænta sær. Ulf svarar heilt stutt:


- Tað verður eitt yvirraskilsi.