45 ára gamli leivíkingurin Sverri Hansen er setur í starv sum stjóri í Útnorðurgrunninum. Hann fekk starvið millum 74 umsøkjarar.
Útnorðurgrunnurin hevur virkað í Føroyum, Íslandi og Grønlandi seinastu umleið 10 árini. Endamálið er at stuðla ymsum vinnuætlanum og grunnurin hevur millum annað verið við á Kósini í Klaksvík og eisini Norðís
Stovnsfæið hjá grunninum er 100 milliónir, men grunnurin kann læna út 200 milliónir.
Kapping
Grunnurin hevur skrivstovu í Tórshavn og í Godthåb, men høvuðsskrivstovan er í Reykjavík og har kemur Sverri Hansen at virka.
Sverri Hansen fekk starvið í kapping við 74 umsøkjarar.
Sverri er búskaparfrøðingur og hann tók prógv í Århus.
Hann gjørdist landskendur í Føroyum í kreppuárunum, tá hann sat sum formaður í Framtaksgrunninum. Síðani hann fór úr formanssessinum í Framtaksgrunninum, hevur Sverri Hansen starvast í Århus sum ráðgevi.
Sverri Hansen hevur drúgvar royndir. Áðrenn hann gjørdist stjóri í Framtaksgrunninum, starvaðist hann m.a. hjá Statoil, á Skála Skipasmiðju og Beta, men hann dylir ikki, at størstu uppgávurnar vóru tær á Fiskavirking, Framtaksgrunninum og Fiskasøluni.
Sverri Hansen sigur, at nýggja starvið fer at snúgva seg um Føroyar, Grønland og Ísland og vinnulívsætlanir har. Men ein partur verður eisini at menna tær ætlanir, ið eru í gongd.
- Tað er fíggingarvirksemi av vinnulívinum, tað snýr seg um og at meta um ætlanir útfrá handilsligum fyritreytum, sigur Sverri Hansen.
Royndirnar
Hann metir, at høvuðsmunurin á virkseminum hjá Framtaksgrunninum og Útnorðurgrunninum er, at Framtaksgrunnurin veitti eginpening, men talan í Útnorðurgrunninum er um lánveiting.
- Tá ein er parteigari, so hevur ein annan og virknari leiklut, men sum so er talan um sama virkisøki, sigur Sverri Hansen, ið sostatt kann nýta royndirnar frá tíðini hann sat sum stjóri í Framtaksgrunninum.
Saman við stjóranum
Sverri Hansen skal fyrstu tíðina í Útnorðurgrunninum starvast saman við stjóranum, íslendinginum Seinarar Jákupsson, men hesin leggur skjótt frá sær, tí hann er 65 ára gamal. Sostatt fellur hann fyri aldursmarkinum í næsta stjóraskeiðnum. Hann hevur verið stjóri, síðani grunnurin fór at virka í 1987. Stjóraskeiðið er fimm ár, men kann leingjast.
Føroyskur formaður
Øll norðurlond hava umboð í nevndini. Formaðurin skal vera annaðhvørt skeið úr Grønlandi og Føroyum. Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, hevur verið í nevndini, síðani byrjan og í oktober tók hann við sum nevndarformaður, og hann verður nevndarformaður í 2 ár.