Royndirnar sigraðu

Nýuppfluttu Søljugenturnar vóru bara seinasta sekundið frá fyrsta stiginum í fyrstu deild. Hóast Neistin ikki spældi tað besta, tær hava víst, vóru tað royndir teirra, sum sigraðu

Nestin vann hondbóltsdystin í fyrstu kvinnudeildini móti Søljuni fríggjakvøldið. Drúgvu royndirnar hjá Neistanum í bestu deildini gjørdu munin.

Eftir hampiliga avrikið hjá Søljuni móti føroyameistarunum seinasta vikuskifti, vóru tað helst fleiri, sum væntaðu ein spennandi dyst fríggjakvøldið. Og spenningur var fyri allar pengarnar, hóast sjálvur dysturin ikki var tann besti, spældur er.

Tá hálvurtriði minuttur var eftir av dystinum var Neistin framman fyri við trimum málum, sum Søljan tók innaftur, og tapti aftur við einum fríkasti, tá tvey sekund restaðu í leiklok.

Dysturin byrjaði heldur trilvandi við fleiri áopum hvønn vegin, áðrenn nakað mál kom. Tíggir minuttir gingu, áðrenn fyrsta málið kom. Tað fekk litaviska Simona hjá Søljuni, hóast hon var mansvard frá fyrsta bríksli. Eyðsæð var, at neistagenturnar høvdu frætt um avrik henna móti Stjørnuni.

Men skjótt varð greitt, at munurin millum bestu og næstbestu deildina var so mikið stórur, at tað fór at gera mun.

Neistagenturnar spældu, hóast tær kundu spælt betri, við størri tryggleika enn nýuppfluttu sóljugenturnar. Breiddin hjá Neistanum var størri og fleiri tordu at halda seg framat, enn tær gjørdu á vágaliðnum. Eingin ivi er um, at har verður satsað upp á Simonu, sum eisini er heilt framúrskarandi, tá hon sleppur at spæla.

Honvegin má hin litaviski leikarin, Kristina, sum stóð í málinum, taka part av ábyrgdini fyri úrslitinum á seg. Tí hon var ov ójøvn. Til tíðir tóktist hon meira at kalla klossut, meðan hon aftur fyri til aðrar tíðir spældi klassahondbólt. Men verjan kundi eisini verið betri.

Men Helena í Neistamálinum átti so sanniliga eisini sín part av sigrinum. Hennara mongu framúrskarandi bjargingar mundu taka pippið frá fleiri mótspælarum. Millum annað byrjaði hon við at taka eitt brotskast frá Simonu, sum annars brendi eitt annað brotskast. Hon rakti ikki málið.

Hóast Søljan fekk fyrstu málini, kom Neistin skjótt fram um og fór heilt skjótt frá Søljuni. Men søljugenturnar fullu ikki í fátt kortini og stríddust allan fyrra hálvleik við at halda tørn. Í steðginum var trý máls leiðsla til Neistan. 11-8.

Seinni hálvleikur gekk sum tann fyri. Neistin helt seg støðugt framman fyri. Søljan kom upp í móti teimum og onkuntíð á javnleik. So loysti Neistin aftur, og tá tríggir minuttir restaði í tíð, var munurin trý mál. Tá varð roknað við, at nú var liðugt.

Men seiggi var í vágagentunum kortini, og tær stríddu seg til javnstøðu í seinasta minutti.

Sera óhepnar vóru tær við frískastinum, tá tvey sekund restaðu í. Tvær útvísingar fingu tær eisini, sum tóktust ørkymla tær eitt sindur.

Tá so skotið kom, endaði ta_ í málinum, og Neistin hevði vunnið dystin, samstundis sum dómarin bríkslaði av.

Neistin skal taka seg saman, um tær skulu liva upp til vónirnar, sum altíð eru til eitt slíkt stórlið, sum tær verða roknaðar at vera.

Hinvegin hevur Søljan í sinum báðum dystum higartil víst, at hóast tær hava tapt báðar, eru evni til at vinna onkran av komandi dystunum. Ungu leikararnir skulu venja seg við ferðina og støðIð í fyrstu deild. Og tær skulu fyrst av øllum trúgva meira upp á seg sjálvar. Alt ov nógvir bóltar vórðu sløsaðir burtur, tí tær loftaðu ov illa. Tá nervarnir eru komnir upp á pláss, virðingin fyri øllum hinum er minkað, og sjálvsálitið bygt eitt sindur upp, fara tær heilt víst at veita øðum liðum høvuðbrýggj.


Dystartøl:

Neistin - Søljan 23 - 22


Neistin: Annika Thomsen 10

Kára á Dunga 5

Susan Brockie 3

Súna Mørk 3

Gunvør Hofgaard 1

Birita Wardum 1


Ávarðingar 3

Útvísingar 4


Søljan:

Simona Dziugyte 12

Marjun Jørgensen 5

Heidi M. Akselsen 2

Hertha Simonsen 2

Heidi Haraldsen 1


Ávarðingar 3

Útvísingar 6

Burturvísing 1