Royndu at taka seg inn í ríkisdagin

Týskland er á gosi, eftir at høgravíðgongd mótmælisfólk um vikuskiftið royndu at taka seg inn á ríkisdagin.

Altjóða miðlar skriva, at um 38.000 fólk vóru komin saman at mótmæla koronuavmarkingunum, ið myndugleikarnir hava sett í verk, og undir mótmælunum brutu fleiri seg gjøgnum girðingarnar framman fyri tinginum, og royndu at koma inn í ríkisdagin, áðrenn løgreglan kom ímillum.

Fleiri av mótmælisfólkunum bóru flaggið hjá gamla týska ríkinum, ið ofta verður brukt av reichsbürger rørsluni, sum ein høgravíðgongd rørsla.

Týski innlendismálaráðharrin, Horst Seehofer, sigur sambært BBC, at tílíkur atburður kann als ikki góðtakast.

Týska løgreglan handtók millum 200 og 300 fólk í sambandi við mótmælini.