Tað verður ein royndur altjóða dómari, sum kemur at døma HM-undankappingardystin millum Føroyar og Lettland, sum verður á Tórsvølli, leygardagin klokkan 17.
44 ára gamli, Robert Schörgenhofer hevur dømt á hægsta støði í Eysturríki síðani 2003, og hevur verið FIFA-dómari síðani 2007. Hann hevur dømt 25 A-landsdystir. Av hesum 25 hava 12 verið antin EM ella HM-undankappingardystir. Hann hevur dømt 39 dystir í Champions League, Europa League, og í undankappingum til Champions League og Europa League. Hann hevur dømt ikki færri enn 179 dystir í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini.
Teir fýra dómararnir á Tórsvølli verða hesir:
Dómari: Robert Schörgenhofer
Hjálpardómari 1: Markus Gutschi
Hjálpardómari 2: Roland Riedel
Fjórði dómari: Alexander Harkam
Rás2 sigur frá HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Lettland. Sendingin byrjar við upptakt klokkan 15 leygardagin.