Lívið hevur ikki altíð verið líka lætt hjá einari nú 36 ára gamlari kvinnu, sum í Føroya Rætti í gjár stóð ákærd fyri roynd at smugla 159,2 gram av hassji til Føroya.
Kvinnan varð tikin í Billund floghavnini 2. oktober 2008. Upprunaliga varð hon steðgað, tí hon hevði spraydunkar í taskuni, men tá hon varð kanna nærri vísti tað seg, at kvinnan eisini hevði seks plastikkhylki frá Kindereggum, hvørt við umleið 30 grammum av hassji í.
Kvinnan hevur heilt frá 16 ára aldri tikið nervaheilivág, og seinni gjørdist hon eisini fongd við rúsevnismisnýtslu.
Hon hevur seinastu árini roynt at komi sær burtur úr hesi misnýtsluni, og tað var í hesum ørindum, at hon fór niður til Haderslev í fjør vár á eitt viðgerðarheim. Hetta riggaði kortini ikki væl, og kvinnan flutti til Esbjerg saman við einum manni, sum er narkoman.
Kvinnan ætlaði sær 2. oktober aftur til Føroya fyri at koma á Blákross ella psykiatrisku deild, men sambært henni sjálvari var skilið so vánaligt, at hon umvegis hendan sjeikin hevði fingið hesi 160 grammini av hassji, sum stavaðu frá einum limi í Hells Angels.
Ætlanin var so, at hon sjálv skuldi hava helvtina av hassjinum, meðan hin helvtin skuldi seljast í Føroyum, og tann peningurin skuldi so sendast aftur til Danmarkar og Hells Angels.
Persónskanning
Men tær ætlanirnar vórðu spoleraðar av handtøkuni í Billund, og eftir at hava sitið í arrestini á flogvøllinum, har hon eisini varð avhoyrd, fór hon aftur til Esbjerg. Hon kom tó aftur til Føroya 7. oktober. Tað eydnaðist heni tó ikki at sleppa inn, hvørki á Blákross ella psykiatrisku deild, og tískil fór hon niður aftur til Danmarkar. Steðgurin niðri gjørdist tó stuttur, og um miðan desember kom hon aftur til Føroya, og hesaferð eydnaðist henni at sleppa inn á Blákross, har hon var fram til mai 2009.
Seinni hevur hon eisini verið í viðgerð á Heilbrigdinum á Velbastað.
Kvinnan stríðist í dag hart fyri at gerast leys av rúsevnismisnýtsluni, og tað tóku bæði verji og ákæri hædd fyri í rættinum í gjár. Bæði Finn Ougaard og verjin, Fríða Patursson, mæltu dómaranum til, at málið verður útsett, meðan ein persónskanning verður gjørd av kvinnuni við tí fyri eyga, at hon verður dømt ein treytaðan dóm fyri royndina at smugla hassjið til Føroya.
Sambært kvinnuni var hon »úti at koyra« um tað mundi, tá hon varð tikin við hassjinum, og hevði hon verið seg sjálv, hevði hon ikki funni upp á at roynt at smugla.
Dómarin gekk tilmælunum frá verja og ákæra á møti og útsetti málið, til persónskaningin hevur verið.