Klaksvík:
Á nevndarfundi tann 3. februar varð roknskapurin hjá Norðoya Sparikassa 2003 viðgjørdur og góðkendur. Eftir at hava havt met í avlopum í fleiri ár á rað, vísir roknskapurin fyri 2003 eitt lægri avlop eftir skatt enn í 2002. Avlopið eftir skatt er upp á 17,5 milliónir krónur, tað vil siga 3,8 milliónir lægri enn avlopið í 2002, sum var 21,3 milliónir.
Høvuðsorsøkin til at avlopið er lægri í fjør enn fyrra árið, kann sigast at vera tapið í virðsjavnanum. Sparikassin hevði í 2003 eitt tap av virðisjavnan av lánsbrøvum og gjaldoyra uppá 1,3 mió. kr., móti einum vinningi í 2002 uppá 3,1 mió. kr.
Um hugt verður at inntøkunum og útreiðslunum, so sást at bæði eru økt, men inntøkurnar eru øktar meira enn útreiðslurnar. Økingin í útreiðlsunum var 2 % frá 28,7 upp í 29,4 milliónir krónur. Samstundis øktust inntøkurnar úr 55, 8 upp í 57,5 milliónir krónur.
Somuleiðis eru bæði innlán og útlán økt. Innlánið við 5 % og útlánið við 12 %, og tann gongdin samsvarar við gongdina hjá peningastovninum, sum hevur verið seinnu árini.
Eginpeningur og fíggjarstøða
Eginpeningurin vaks við 8,1 % úr 224 í 2002 til 242 milliónir krónur í 2003. Hann er nú 20,6 % av samlaðu fíggjarstøðuni pr. 31.12.2003, móti 20,1 % pr. 31.12.2002.
Fíggjarstøðan hjá Norðoya Sparikassa javnvigaði tann 31.12.2003 við 1.178 . Hetta svarar til ein vøkstur uppá 6 % í mun til 31.12.2002, tá fíggjarstøðan javnvigaði við 1.115 milliónum krónum.
Norðoya Sparikassi er vælnøgdur við úrsltitið, hóast avlopið er lægri enn í 2002.
? Avlopið er lækkað av orsøkum, sum vit ikki hava nakra ávirkan á. Gongdin seinnu árini hevur eisini verið so mikið góð, serliga árið 2002 var gott, og tað vistu vit fór at verða torført at halda framvið. Men vit eru avbera vælnøgd við ársúrslitið, sigur Marner Mortensen, fyrisitingarleiðari í Norðoya Sparikassa.
Roknskapurin verður lagdur fram á aðalfundi peningastovnsins, sum verður í Klaksvík týsdagin tann 24. februar klokkan 15.