Ársins Kvinna í Vinstru Víkiskyldu í dag

Í sendingini Vinstra Víkiskylda í dag verður Elin í Stórustovu gestir, og Jens Marni Hansen fer at svara 10 pínligum spurningum Nógv umrødda sendingin Vinstra Víkiskylda er aftur á skránni í dag, og verður tað Elin í Stórustovu, sum verður høvuðsgestur í sendingini.

 

Elin er kosin sum Ársins Kvinna 2009. Hon fer at hugleiða um hennara leiklut í føroyska samfelagnum seinnu árini, og hvussu hon fær familjulívið og krevjandi starvið at hanga saman.

 

Fasti tátturin í sendingini, teir 10 pínligu spurningarnir, verða hesaferð svaraðir av Jens Marna Hansen.

 

Rás2 - títt radio