Tann 27. januar skipar felagið Synergi fyri einari ráðstevnu undir heitinum Ársins leiðaradagur 2005 á Hotel Føroyum. Undirtøkan fyri ráðstevnuni er sera góð. Freistin at tekna seg er úti tann 17. januar, men longu nú hava úti við 90 fólk teknað seg. Hetta eru tær báðar Ása og Annika Andreassen í felagnum Synergi sera væl nøgdar við. Tey sum hava teknað seg, eru leiðarar og stjórar, bæði innan tað privata og almenna. Annars er ætlanin hjá Synergi at fáa luttakararnar at velja ársins leiðara. Hetta verður gjørt við, at tey sum hava teknað seg, fáa ein teldupost, har tey verða biðin um at nominera ein til tríggjar leiðarar til heiðurin Ársins leiðari 2005. Stutt áðrenn tey koma á ráðstevnuna, fara vit at biðja luttakarnar um at velja millum fimm innkomin uppskot. Á hendan hátt verður Ársins leiðari 2005 valdur millum leiðarar. Skráin fyri ráðstevnuni sæst á www.synergi.fo.