((Jan Müller, blaðstjóri handaði á samkomu í Miðlahúsinum fríggjakvøldið Sofusi Olsen heiðursbræv fyri at gerast ársins mann 2005 og segði:
-Ársins maður er sandingurin Sofus Olsen, cand.polit. Tað er ótrúliga ósjálvsøkna gávan til Føroya fólk: Sands Listasavn, ið hevur rørt so nógvar føroyingar, sum er orsøkin til, at Sofus Olsen er skotin upp til ársins mann. ((Sofus Olsen hevur arbeitt við hesi ætlanini seinastu fimm árini. Men tað var ikki fyrr enn hann var liðugur við allar fyrireikingar, at ætlanin gjørdist almenn. Sofus hevur sjálvur rindað allan kostnaðin fyri byggingina av savninum, ið nú stendur liðugt mitt í Sands bygd við síðuna av húsinum, har Sofus búði sum smádrongur. ( (Umframt at byggja húsini letur Sofus savninum sítt listasavn. Hetta tryggjar, at eitt tað mest forkunnuga privatsavnið í Føroyum verður verandi á føroyskum hondum. Talan er um list, sum hann hevur savnað ígjøgnum eitt langt lív sum listasavnari. Fyrsta listaverkið varð keypt í 1961. Hetta er eitt savn við útvaldum listarverkum av m.ø. Samuel Joensen Mikines, Poul Horsdal, Elinborg Lützen, Jack Kampmann og Frimod Joensen umframt eitt fantastiskt savn av Ingálvi av Reyni.
Sofus hevur frá heilt ungum árum sýnt áhuga fyri føroyskari list. Hann fór blaðungur til Danmarkar, har hann læs til búskaparfrøðing. Her kom hann í eitt føroyskt umhvørvi, ið var við til at menna og stimbra ta ungu føroysku myndlistina. Hann var millum teirra, ið stovnaðu Listafelagið.
Sofus hevur eisini verið vinnulívsmaður og var í mong ár reiðari í fyritøku, sum átti fyrsta og annan Havsøka, tvey framúr vælrikin skip.
Listasavnið, sum Sofus nú gevur síni heimbygd, fer at hava stóran mentanarligan týdning fyri Sands bygd, Sandoy og fyri alt Føroya land. Við at byggja listasavnið í Sandoynni hevur Sofus Olsen tryggjað, at málingarnir verða verðandi ein eind og ein heild fyri alla tíð. Týdningurin av hesum kann ikki yvirmetast. Við síni avgerð hevur Sofus Olsen sett fokus á eitt sera týdningarmikið øki: nevniliga listarlig tilboð uttan fyri høvuðsstaðin. Listasavnið á Sandi fer ikki bara at hava stóran mentanarligan týdning. Savnið fer eisini at hava stóran búskaparligan týdning við tað, at savnið fer at draga til sín hópin av innlendskum so væl sum útlendskum ferðafólkum.
Her er talan um eina stóra avgerð og eina stórfingna verkætlan, sum seint fer at vera gloymd. Hetta at vit kjósa Sofus Olsen til ársins mann er fyri at takka honum og fyri at sýna honum ein væluppibornan heiður fyri sína djørvu og idealistisku avgerð segði Jan Müller og handaði honum heiðursbræv og Føroya Banka kekk uppá 5000 kr. Debora gav eisini Sofusi vakurt blómutyssi.