Vanliga verður nógv gjørt nógv burturúr ársins neyðrakett, ið Dimmalætting hevur latið seinastu nógvu árini. Í ár hevur tó minni verði gjørt burturúr, tí lítið hevur verið at hoyra um hana, men hon verður latin longu í morgin, tá onkur fær ivingarsama heiðurin fyri at hava gjørt okkurt heilt býtt í ár.
- Eg vil ikki siga, hvør fær hana, men tað verður onkur, sum fær hana. Tað kann mann síggja í blaðnum í morgin, sigur Árni Gregersen, forstjóri á Dimmalætting. Hann heldur eisini, at tað hava verið nógvir møguligir kanditatar til neyðrakettina, men nærri vil hann ikki koma inn á, hvørji eru í uppskotið.
- Tað er skjótt at koma í tankar um nógv nøvn. Vit hava eini 100 í pottinum, har persónar, flokkar og fyritøkur, sum kundu havt heiðurin uppibornan, greiðir Árni Gregersen frá. Hann leggur afturat, at hann ikki veit, hvar rakettin verður handað, men tað kann hugsast, at hon verður handa í húsinum hjá okkum ella heima hjá viðkomandi.
Buldrasligt á Dimmu
Vanliga eru tað haldararnir hjá Dimmalætting, ið velja ársins neyðrakett útfrá uppskotum frá dimmu, men soleiðis er ikki í ár.
- Tað var heldur buldrasligt hjá okkum, tá vit vanliga plaga at skipa fyri neyðrakettini. Tí verður tað ein intern kommité, ið velur neyðrakettina í ár, men í næsta ár verður hon vald av haldarunum aftur, greiðir forstjórin á Dimmalætting frá.
So tað verður áhugavert at síggja, hvør best hevur megnað at gera okkurt býtt í ár, og tað kann mann lesa um í Dimmalætting í morgin.