Ársins Rósa latast í Leirvík

Aftur í ár kemur Jólaskipið til Leirvíkar á vitjan, áðrenn tað fer víðari til Klaksvíkar Í samband við, at Jólaskipið kemur til Leirvíkar, hevur tey seinastu árini verið skipað fyri tiltakinum Ársins Rósa, har ein leirvíkingur hevur fingið eina viðurkenning fyri sín leiklut í bygdini.

 

Ein nevnd fyrireikar tiltakið og skal velja Ársins Rósu 2009.

-Hugsanin aftan fyri Ársins Rósu er ein roynd at venda okkara tankar til øll tey mongu, sum eru stuðlar undir okkara samfelagið, men sum mangan verða gloymd, siga fyrireikarar.

 

Fyrireikararnir vilja við hesum heita á fólk um at koma við uppskoti til Ársins Rósu 2009. Skrivað nøkur orð við navni hjá viðkomandi, sum tú heldur, átti at fingið Ársins

Rósu og greið í stuttum frá, hví tú heldur, at viðkomandi skal hava Rósuna.

 

Uppskotið skal sendast innan 15. Desember 2009 til Eysturkommunu, Landsvegur 2,

Postsmoga 30, FO-510 Gøta.