Àrsins Songrødd 2003

TíÐindaskriv

Nærum fullteknað er til Ársins songrødd 2003. Tað eru bert nøkur fá pláss eftir í Suðuroy siga fyrireikararnir. Øll hini støðini hevur tað verið kravgangur at sleppa við í kappingini. Óvanliga nógv hava teknað seg í ár, og kanska er tað tí at Guðrun Jacobsen, sum luttekur í Donsku sendingini ?Stjerne for en aftan" hevur sína ávirkan. Hon luttók í Ársins Songrødd, har hon gjørdist vinnari í 2001.
10 sangarar fara á pallin komandi leygarkvøld tann 29.mars. kl.23:00 í Badmintonhøllini í Havn, har kappast verður um hvør skal víðari í stóru finaluni í mai. Í ár hava luttakararnir heili 66 løg at velja ímillum, vanliga hava bert uml. 10 løg verið á skránni.
Frásøgufólkini í ár verða tey bæði Ragnhild Ellingsgaard og Jákup Jacobsen og aftaná kappingina verður tað stórt ?lasara -og DJ-Show" við Martin Kjærbo. Atgongumerki fáast við dyrnar á kr.120,- og tiltakið byrjar sum áður nevnt kl.23:00. Dyrnar lata aftur kl. 04:00. Bussar koyra til og frá staðnum.