Ársins Songrødd byrjar á Sandi

So er Ársins Songrødd aftur farin í gongd, og verður fyrsta undanumfarið hildið í Virkinum á Sandi. Dj Show, mótashow og live tónleikur ferðast runt landið við Songrøddini Ársins Songrødd 2009, vil eisini hesaferð, gera eina roynd, at verða við til at tendra eina nýggja stjørnu á tónleika himmalinum, og fyrireikarar vóna, at nógv fara at melda seg til kappingina. Í ár verður ferðin longd kring landið, har undanumfør verða hildin. Og fyrsta undanumfarið verður í Virkinum á Sandi nú leygarkvøldið tann 21. mars. Enn ber til at tekna seg til hetta umfarið, og tað kann gerast á www.songroddin.com.

 

Onnur umfør verða eisini, og tað næsta undanumfarið verður í Klaksvík leygarkvøldið tann 28. mars. Annars verða hini undanumførini: á Seglhúsloftinum á Tvøroyri tann 4. apríl, 18. apríl í høllini á Giljanesi, 25. apríl í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Finalan verður sum vant, í høllini á Kambsdali, leygarkvøldið 2 mai.

 

Sum altíð, so er Ársins Songrødd bæði álvara og gaman, og tískil verður eisini Dj-show, hesaferð við James Olsen og Mark Joensen. Harafturat skipar Trillan í Saltangará fyri einum Lingerie undirklædnamótashow, har vit síggja tað nýggjasta innan undirklæði til kvinnur.