Ársins stóra árasøla í Frelsunarherinum

Hóskvøldið 26. oktober kl. 19 byrjar stóra árasølan (basarur) í Frelsunarherinum í Havn.



Sámal Jákup Joensen, leiðari hjá Frelsunarherinum, sigur, at árasølan er fíggjarligi krumtappurin í virkseminum hjá Frelsunarherinum.
 
Tað er heimaforbundið, sum skipar fyri árasøluni einaferð um árið.
 
Nógvir góðir vinningar eru komnir inn – yvir 200 í tali, har eru m.a. krov, turt kjøt, turrur fiskur og nógv ymisk bundin klæði.
 
Árasølan byrjar kl. 19 og heldur á til umleið kl. 22. Um hálvgum nýggju tíðina verður ein støðgur við drekkamnunni. Øll eru vælkomin, sigur Sámal Jákup Joensen.