Ársins útgáva er Room

Fyrr í kvøld varð hon kosin ársins songkvinna, og nú varð fløgan, hon gav út fyrr í ár, kosin ársins fløga.

 

Eivør Pálsdóttir hevur verið millum okkara fremstu tónleikarar í nógv ár, og tað støðuna hevur hon staðfest væl og virðiliga á Planet Awards í kvøld.

 

- Tað hevur veruliga verið gevandi at tora at vera nakin og deila sínar tekstir og sangir við onnur. Tað er eymt og ótrúliga mennandi, segði hon um útgávuna í Sosialinum í september í ár.

 

Hinar útgávurnar, sum vóru í uppskoti, vóru:

 

Con Man – Høgni Lisberg

Sanganna Veingir – M.C. Restorff

The Mouse – Frodi & The Pink Slips

Vendetta - 200