Írskir biskupar biðja um umbering fyri kynsligan ágang

Tveir katólskir biskupar í Írlandi hava boðað Benedikt páva frá, at teir eru til reiðar at fara úr størvum sínum. Tilboðið er eion beinleiðis avleiðing av, at tað herfyri bleiv avdúkað, at katólska kirkjan í Dublin hevur misbrúkt nógv børn kynsliga.

Teir báðir biskuparnir, Eamonn Walsh og Raymond Field, sum báðir starvast í Dublin, boðaðu í gjár írska erkabiskupinum, Diarmuid Martin, frá, at teir ætla at gevast. Somu boð fekk erkabiskupurin frá tveimum øðrum biskupum herfyri.

Ein frágreiðing avdúkaði herfyri, at nógv børn blivu kynsliga misbrúkt í katólsku kirkjuni í Írlandi ígjøgnum mong ár, og at kirkjuleiðslan var vitandi um tað, men gjørdi einki.