Dysturin niðri í Bursa endaði nevnliga, sum hann byrjaði, og tískil verða tað turkar og ikki írar, sum slappa at luttaka í EM-endaspælinum komandi summar.
Upiborið
Írar kunnu tó neyvan loyva sær at vera ónøgdir við úrslitið niðri í Bursa mikukvøldið. Tað vóru nevnliga turkar, sum stýrdu dystinum úr enda í annan, og fleiri ferðir var um reppið, at bólturin endaði í írska málinum.
Einasta, sum bjargaði írum frá at tapa, var at Dean Kiely í málinum, sum annars byrjaði inni fyri fyrstu ferð, framdi eitt ótrúliga flott avrik. Líkamikið hvussu turkarnir royndu, so megnaði Kiely at verja fyri. Tvær ferðir fingu ávíkavist Sukur og Alif bóltin framvið honum, men í báðum førum var skallað á tvørstongina.
Í hinum endanum megnaðu írar ongantíð at gerast ein hóttan móti turkiska málinum. Tað kendist eisini sum dyggur smeitur, at Robbie Keane var leikbannaður, tí við hesum mistu írar sítt vandamiklasta álopsvápn. Niall Quinn, sum ikki var við í fyrra dystinum, var á vøllinum mikukvøldið, men hann tóktist plágaður av stíva nakkanum, og megnaði ongantíð at slíta seg leysan frá eftiransingunum.
Móti endanum royndu írar at tveita alt fólkið frameftir, men heldur ikki hetta gav nakrar upplagdar málmøguleikar. Hinvegin áttu turkar at avgjørt dystin, tá Sergen í einum mótálopi slapp at seta beina kós móti málinum. Kiely var tó enn einaferð á røttum stað, og við einari fótparadu megnaði hann at halda lív í írsku vónunum.
Eftir dystin tók rættuligt rok seg upp, tá írski framherjin, Tony Cascarino, varð sligin í andlitið, og aftaná royndi at hevna seg. Roy Keane, Gary Breen og Kevin Kilbane royndu eisini at koma upp í leikin, men tíbetur megnaði írski venjarin at sissa sínar menn.
Eftir dystin kundu turkisku leikararnir, saman við venjara og viðhaldsfólkum fegnast um, at Turkaland aðru ferð á rað hevur megnað at leikt seg til EM-endaspælið.
Írar mugu hinvegin brynja seg við toli, og vóna at tað fer at gangast teimum betri, tá teir komandi heyst fara undir royndirnar at spæla seg til HM-endaspælið í ár 2000.
Vónsvikin
Eftir dystin segði írski landsliðsvenjarin, Mick McCartey, at hann var sera vónsvikin at Írland ikki megnaði at leika seg fram til endaspælið. Hinvegin segði hann eisini, at hann ikki var vónsvikin av sínum leikarum, tí teir royndu alt tað teir vóru mentir, men í hesum førinum var tað ikki nóg mikið.
Írski venjarin hevur tó alla orsøk til at vera vónsvikin. Verður litið nakað aftur í tíðina, til seinasta dystin í bólkaspælinum, var støðan tann, at Írland við sigri á Makedonia í seinasta dystinum kundi tryggja sær 1. plássið í bólkinum, og harvið beinleiðis atgongd til endaspælið. Ta ferðina var Írland á odda, men 12 sekund fyri leiklok eydnaðist makedonum at javna, soleiðis at írar máttu taka til takkar við 2. plássinum.