Úrslit umleið eina milliard danskar krónur

Kaupthing Bank hevur higartil í ár forvunnið nærum eina milliard krónur

bankavirksemi

Úrslitið hjá Kaupthing Bank, fyrstu 9 mánaðirnar av 2004, gjørdist 995 milliónir danskar krónur. Hetta er ein hækking á 130,5% sammett við sama tíðarskeið í fjør. Í triðja ársfjórðingi varð úrslitið 468 milliónir dkr ella ein hækking á 175,4%.
Rentingin av eginpeninginum, eftir skatt, gjørdist 32,5% sammett við 21,2% fyrstu 9 mánaðirnar í 2003.
Úrslitið av fíggjarpostum fyrstu 9 mánaðirnar varð 2.920 milliónir dkr, ein hækking á 54,3%. Rakstrarútreiðslurnar gjørdust 1.397 milliónir dkr svarandi til eina hækking á 22,7% sammett við árið fyri.
Í mun til fyri einum ári síðani, er javnin hjá Kaupthing Bank hækkaður 172,4% í 129 milliardir dkr.
Í sambandi við keypið av danska bankanum FIH fór kapitalhækking fram í Kaupthing Banka í august svarandi til 3.366 milliónir dkr. Aftur í oktobur fór kapitalhækking fram fyri at styrkja fíggjarliga grundarlagið hjá bankanum.
- Hetta er eitt sera gott úrslit ? serliga tá stóri vøksturin í bankanum verður havdur í huga, sigur Peter Holm , stjóri hjá Kaupthing í Føroyum.