Úrslitið á fíggjarlógini betrað við 1 mia. kr. síðan 88

Yvirskotið á fíggjarløgtinglógini fyri 1998 var mett til 46 mió. kr. Eftir nýggjastu metingum, sum fíggjarnevndin hevur fingið frá fíggjarmálastýrinum, verður úrslit landsskassans í 1998 332 mió. kr. hægri, enn upprunaliga mett, soleiðis at yvirskot landsskassans í 1998 verður mett til at verða 378 mió. kr.

Fíggjarnevndin hevur nú latið álit sítt viðvíkjandi fíggjarlógini, og í innganginum til hetta drúgva álit, heili 15.500 orð, verður m.a. nevnt, at nevndin undir viðgerðini hevur havt fund við Finnboga Ísakson, løgtingsformann og Anfinn Kallsberg, løgmann, og landsstýrismenninar Høgna Hoydal, Karsten Hansen, Finnboga Arge, Helenu Dam á Neystabø, Signar á Brúnni og Eyðun Elttør.

? Saman við løgtingsformanninum var skrivstovustjóri løgtingsins á fundi, og saman við løgmanni og landsstýrismonnunum vóru løgmansstjórin, aðalstýrisstjórar og fulltrúar í landsstýrisumsitingini á fundi við nevndina.

Nevndin hevur eisini havt fund við Landsbanka Føroya Búskaparráðið Føroya Banka Føroya Sparikassa og Fiskasøluna


Mett til 46 mió

Og fíggjarnevndin hevur eisini undir viðgerðini biðið um og fingið upplýsingar, sum hava verið neyðugar í sambandi við viðgerðina av fíggjarløgtingslógini 1999. Eisini hevur nevndin fingið skriv frá einstaklingum, stovnum og felagsskapum, og eru hesi skriv umrødd undir viðgerðini.

? Fíggjarnevndin hevur gjøgnumgingið allar greinar og konti á fíggjarlógini, verður sagt í innganginum.

Og víðari sigur nevndin, at yvirskotið á fíggjarløgtinglógini fyri 1998 var mett til 46 mió. kr. Eftir nýggjastu metingum, sum fíggjarnevndin hevur fingið frá fíggjarmálastýrinum, verður úrslit landskassans í 1998 332 mió. kr. hægri, enn upprunaliga mett, soleiðis at yvirskot landskassans í 1998 verður mett til at verða 378 mió. kr. Upplýst er fyri fíggjarnevndini, at síðani 1988 er úrslitið á fíggjarlógini betrað við 1 mia. kr, tá rentur og avdráttir ikki eru tiknar við.


Vøkstur í fiskivinnuni oø

Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at vøksturin í lønarútgjalding hevur verið 11% í tíðarskeiðnum frá oktober 1997 til september 1998, samanborið við sama tíðarskeið 1996/1997, og at hesin vøkstur er tiltakandi. Vøksturin av fiskiskapi er 22%, í byggivinnuni 28%, í handli og umvæling 10%, og fiskivinnuídnaðurin á landi hevur ein vøkstur upp á 13%. Privatu vinnurnar eru øktar 13% , meðan almennu tænasturnar økjast 6%.

? Av privatu vinnunum hevur fiskivinnan ein vøkstur uppá 174 mió. kr. Upplýst er fyri nevndini, at nøgdin av útflutningi av óviðgjørdum fiski er minkaður í nøgd, meðan stórur vøkstur er í útflutninginum av frystum flaki, verður upplýst í generellu viðmerkingunum frá fíggjarnevndini.


Laksur og góðskaðar vørur

Frá útflutningsvinnuni hevur nevndin fingið upplýst, at fiskaprísinir í 1998 hava verið sera góðir, og útlit eru fyri, at prísirnir stabilisera seg á sama høga støði í 1999 uttan so, at okkurt óvæntað hendur, t.d. um fíggjarkreppan í Asia fer at ávirka europeiska búskapin. Umleið 80% av fiskaútflutninginum fer til Europa.

? Upplýst er, at eftirspurningurin eftir toski fer væntandi at vaksa í 1999, tí toskakvoturnar verða lægri í 1999 enn í 1998. Eisini kann væntast, at eftirspurningurin eftir upsa verður størri, tí fiskiskapurin eftir pollac og hake eisini minkar í 1999.

? Um tøkuna av laksi hevur nevndin fingið upplýst, at væntandi verða tikin 28.000 tons í 1999, og um søluprísirnir verða á sama støði sum nú, kemur útflutningsvirðið upp í móti 650 mió. kr. Útflutningsvirði verður umleið kr. Prísurin á laksi liggur um 20 - 22 kr/kg. Framleiðslan av góðskaðum vørum úr alifiski, er vaksandi, eitt nú framleiðslu av portiónum. Útflutningurin av góðskaðum alivørum verður í 1999 væntandi 3.800 tons.


Rentan, sethús o.a.

Og viðvíkjandi rentuni, verður sagt í innganginum, at fíggjarnevndin hevur fingið ábending um, at rentan verður á núverandi støði eisini í komandi ári. Nevndin hevur fingið upplýst, at fleiri kommunur samráðast ella hava gjørt nýggjar avtalur við peningastovnarnar um broyttan afturgjaldshátt av skuldini og eru komnar undir sokallaðu 10% loysnina, har peningastovnarnir bjóða eina rentu, sum í løtuni er 5,5%.

? Um sethúsabygging er upplýst fyri nevndini, at í 1998 verða bygd umleið 60 nýggj sethús. Í 1997 vórðu 51 nýggj sethús bygd og í 1996 var talið 25. Tá sethúsabyggingin var upp á tað hægsta í áttatiárunum, vórðu bygd millum 3 og 400 nýggj sethús árliga. Í mun til fólkavøksturin verður hildið, at eitt árligt miðaltal av nýbygdum sethúsum kann at verða væl hægri enn bygt er í 1998, verður m.a. sagt í generellu viðmerkingunum hjá fíggjarnevndini, men tað er ikki ein samd nevnd sum tekur undir við fíggjarlógini. Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.