Úrslitini sóust beinanvegin

Sunnudagin var serblað um Føroyar borið út við Politikken í Danmark.

Stig var tikið til blaðið í heyst sum eitt samstarv millum Ferðaráðið og Ferðavinnufelagið.

Endamálið við blaðnum, sum hevur heitið "Bliv forelsket i Færøerne" og sum 20 síður til støddar, er at vísa dønum eina øðrvísi mynd av Føroyum, sigur ferðavinnudeildin í VInnumálaráðnum.

Politikken kemur út í umleið 130.000 eintøkum og miðlakanningar vísa, at lesararnir hjá Politikken eru ein sjálvsagdur málbólkur hjá Føroyum sum ferðamál.

Blaðið vísir eina fjølbroytta mynd av Føroyum við greinum, sum um so ymisk øki sum tónleik, móta, myndlist, ítrótt og vinnulív, umframt greinar um sjálvsøgd ferðamál, sum Kirkjubø, Mykines, Saksun og Gjógv.

Ferðavinnudeildin sigur, at tað sóust beinanvegin nú ítøkilig úrslit av útgávuni.

- Talið av vitjandi á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com, fýrafaldaðist sunnudagin og bæði Smyil Line og Atlantic Airways, sum hava lýsíngar í blaðnum, hava fingið óvanliga nógvar fyrispuringar í gjár og longu selt nógvar ferðaseðlar.