FSK STEYPAKAPPINGIN
Tað vera tey bæði árstalsfeløgini, B68 og B71, sum fara at dystast í fyrstu finaluni í FSF steypakappingini, sum er roknað til tey, sum tíðliga missa lívið í kappingini um Løgmanssteypið, men sum ikki er heilt soleiðis nú, tá ið B68 framvegis er partur í báðum steypakappingunum.
Toftamenn høvdu vunnið 4-0 á útivølli móti LÍF. Tí var tað bara avgreiðslu spurningur, tá ið LÍF mánadagin var á Svangaskarði. B68 vann 3-0. Jóhan Petur Poulsen skoraði í 11. minutti, og hann økti til 2-0 í 53. minutti, meðan veteranurin Øssur Hansen, sum er vinstri vongverji hjá B68, staðfesti 3-0 sigurin, tá ið tað restaðu ellivu minuttir.
AB hevði 1-0 í viðførinum frá fyrru hálvfinaluni, tá ið teir fóru um Skopunarfjørð. Og í 1. hálvleiki høvdu spælararnir hjá Jóannesi Jakobsen møguleikar at økja um leiðsluna. Súni Fríði Barbá fekk besta møguleikan, men ungi B71 málverjin, Símun Rógvi Hansen, bjargaði, tá ið Súni Fríði royndi seg við brotssparki, sum málverjin hevði verið orsøk til.
Eftir steðgin var B71 omaná, og teir skoraðu trý mál. Clayton Soares, sum er sannur fongur á Sandi, og sum í 2. hálvleiki var miðvallari, meðan hann í 1. hálvleiki hevði verið í álopinum, skoraði fyrst tvey mál. Í 68. minutti sendi hann fríspark upp um stóra manngarðin frammanfyri René Tórgarð og í kassan, og í 70. minutti heilfluktaði hann sera hegnisliga dygst undir tvørtræið. Tummas Pauli Olsen staðfesti 3-0 B71 sigurin og harvið finaluplássið, tá ið tað restaðu fimm minuttir.
Finalan millum B68 og B71 verður leygardagin 2. juli.