Ruðuleiki í Ukraina

Sum væntað endaði forsetavalið í Ukraina í ruðuleika. Andstøðan leggur myndugleikarnar undir grovt valsvik

Sjálvt um allar kanningar undan forsetavalinum í Ukraina sunnudagin vístu, at andstøðuvalevnið, Viktor Jusjtjenko, fór at vinna, var úrslitið tað beint øvugta, tá uppteljingin var um at vera liðug í gjár.

Tá kiunngjørdu myndugleikarnir, at valevnið hjá stjórnini, Viktor Jankivitj, hevði fingið 48,8 prosent av atkvøðunum, og at Jusjtjenko hevði fingið 47,4 prosent. Sonevndar exit-poll kanningar valdagin vístu annars, at andstøðuvalevnið fór at fá 54 prosent av atkvøðunum.

Í gjár segði Viktor Jusjtjenko í einari røðu fyri fleiri túsund viðhaldsfólkum, at tað var eingin ivi um, at andstøðan hevði vunnið valið, og hann bað viðhaldsfólkini mótmæla valsvikinum hjá myndugleikunum.

-Vit vunnu valið, og vit mugu verja sigurin. Statskvettið í Ukraina er longu í gongd, segði hann og sipaði við valsvikið. Hann boðaði samstundis frá, at andstøðan fer at kæra valmyndugleikarnar fyri ES og evropeiska samstarvsfelagsskapinum OSCE.

Í fyrra valumfarinum, sum var 31. oktober, staðfestu valeygleiðarar hjá ST, ES og USA umfatandi valsvik. Eitt nú vísti tað seg, at í summum valdømum vóru fleiri atkvøður enn veljarar.

Forsetavalið í Ukraina verður mett at vera tað týdningarmesta, síðani landið tók seg burtur úr Sovjetsamveldinum í 1991. Valevnið hjá stjórnini vil varðveita tað góða sambandið við Russland, meðan andstøðuvalevnið vil hava Ukraina nærri ES.