Nú beint fyri middag kom skriv úr Mentamálaráðnum um, at Rigmor Dam í dag hevur biðið løgmann loysa seg úr starvi sum landsstýriskvinna. Orsøkin er Glasir.
Fráfarandi landsstýriskvinnan skrivar, at enn einaferð eru boð komin úr Landsverki um, at rokningar fyri tíggjutalsmilliónir liggja hjá Landsverki, ið Landsverk ikki hevur kunnað Mentamálaráðið um fyrr enn nú í januar. Og Rigmor Dam skrivar, at hetta hendir hóast Mentamálaráðið bað um fult yvirlit yvir fíggjarstøðuna seint í heyst, og at partarnir eisini hittust á fundi beint eftir nýggjár.
Les eisini: Rigmor leggur frá sær
- Sum ábyrgdarhavandi landsstýrisfólk má eg bara staðfesta, at álitið á Landsverk er ikki til staðar, og at til ber ikki at virka undir verandi kørmum og skipan, har álit millum partarnar er fremsta fortreytin. Tað ber snøgt sagt ikki til at verja seg ímóti villleiðandi upplýsingum og ósannindum, ella at ein stovnur afturheldur rokningar fyri kreditorum og okkum, sum varða av játtanini – samstundis sum, at sami stovnur hvønn mánað skrivliga hevur váttað, at fíggjarligu viðurskiftini eru í lagi, skrivar fráfarandi landsstýriskvinnan.
Glasir ein afturvendandi trupulleiki
Rigmor Dam hevur áður verið í andglettinum orsaka av Glasi. 19. desember varð misálitsuppskot lagt fram á Rigmor Dam. Orsøkin var tá eisini Glasir. Tá skrivaðu uppskotstillararnir soleiðis:
- So leingi Rigmor Dam er landsstýriskvinna í Mentamálum, hava vit ikki álit á, at pengarnir, ið vit játta til Glasir, verður brúktir til tað rætta endamálið. Tað siga teir fýra løgtingsmenninir, Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen, Jenis av Rana og Jógvan Skorheim løgtingsmenn.
Tí undir seinastu eykajáttanini til Glasir kom fram, at 14 milliónir eru brúktar í heimildarloysi, umframt at tær sjey milliónirnar, ið Løgtingið játtaði til flagtekju, eru nýttar til onnur endamál. Nú er so aftur galið, sambært Rigmor Dam.
Tí sum grundgeving fyri hví hon í dag leggur frá sær, skrivar Rigmor Dam, at tíggjutalsmilliónir krónur liggja framvegis í eykarokningum í Landsverk, sum Mentamálaráðið fekk fráboðan um nú í januar. Enn er óvist, hvussu stór eykarokningin hesaferð verður. Men givið er, at rumbuli um Glasir er enn ikki liðugt.