Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio og serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, eru ávegis til París.
Her skulu teir hava samrøður við evropeisk lond um kríggið í Ukraina.
Hetta vita fleiri útlendskir miðar at siga í dag.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur roynt at fingið í lag vápnahvíld í Ukraina, men higartil hevur tað ikki eydnast.
Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, hitti herfyri russiska forsetan, Vladimir Putin, í St. Pætursburg.
Litið er frætt um, hvat spurdist burtur úr fundinum teirra millum.