Rugbreyð við silvurarmbandi

Í dag ber til at fáa alt slag av breyðum hjá føroysku bakarum, men eitt rugbreyð við silvurarmbandi mitt inni í breyðnum stendur neyvan á nøkrum innkeypslista. Hetta var tó tað, sum eitt par í Havn fekk, tá tey í seinastu viku keyptu sær eitt vanligt rugbreyð

Ein havnakona gjørdist ikki sørt skøkk, tá hon fríggjamorgunin skuldi skera breyð til matpakkarnar hjá børnunum. Maðurin hevði verið og keypt nýtt rugbreyð kvøldi fyri, men tá hon skuldi skera breyði í flísar, fekk knívurin ikki skorið ígjøgnum. Okkurt hart var inni í breyðnum.

Konan sker eitt sindur longur inn á breyðnum, og nú bar til. Men harða stykki í breyðnum mátti kannast, og undan kavi kom - eitt armband. Ein brotin silvurreim.

Maðurin, sum hevði keypt breyðið í Mylnuni, vil ikki vera nevndur við navni, og hann hevur ikki kravt endurgjald frá handlinum.

- Eg tími ikki at gera meira burtur úr, men kanska hevur tað almennan áhuga, at man kann finna sovorði í breyðum, sigur hann. Hann viðgongur at hann misti matarlystin fríggjadagin, men hann ætlar sær framvegis at keypa rugbreyð.

- Men frá nú av verður tað skorið breyð, sigur hann.


Petti funnið í Mylnuni

Í gáramorgunin fingu starvsfólkini í Mylnuni eitt líknandi upplivilsi. Har kom eitt annað petti av sama silvuarmbandi í vegin, tá gomlu breyðini skuldu skerast í skivur.

- Vit funnu eitt petti av eini armreim í einum breyði, og eg kann vátta, at ein lærlingur hjá okkum hevur mist reimina niður í deiggi, sigur Eirikur Magnussen, leiðari á bakarínum við Sosialin.

Hann greiðir frá, at ein lærlingur hevði ringt inn og sagt seg úr starvið sama morgun, og løtu seinni var ein armreim, sum sami lærlingur átti, funnin í einum breyði í handlinum.

- Lærlingurin hevur vitað, hvat er hent, men hann hevði ikki boðað frá tí. Hetta er sjálvandi sera óheppið. Vit kunnu øll gera onkran feil, men tað hevur alstóran týdning, at slíkt verður loftað beinanvegin, so breyðini ikki vera seld.

Spurdur um tað hevði fingið avleiðingar fyri viðkomandi, um hann ikki sjálvur hevði sagt seg úr starvið, sigur Eirikur Magnussen, at tað hevði tað sjálvandi. Men hann veit ikki, um tað hevði verið uppsagnargrund.


Ongar reglar

Leiðarin í bakarínum hjá Mylnuni váttar, at tey ikki hava havt serlig krøv til klædnabúnað ella prýðislutir.

- Vit gingu út frá, at okkara starvsfólk vóru so umhugsin at tey ikki brúktu slíkt. Men nú mugu vit innføra formellar reglar.

Tað arbeiða 13 fólk í bakarínum hjá Mylnuni, og Eirikur Magnussen sigur, at man kann ikki altíð verja seg fyri menniskjaligum feilum, men tað týdningarmesta er, at feilurin verður rættaður beinanvegin.

- Eg eri harmur um, at kundin er farin til miðlarnar í staðin fyri at koma til okkum. Tí hetta kann bara vera oyðileggjandi. Og vit høvdu reagerað akkurát líka. Tá vit nú hava sæð, at lærlingar kunnu gera slíkt, so mugu vit innføra strangari reglar, staðfestir Eirikur Magnussen.