Eystanstevna
Runavíkar kommuna hevur seinastu árini gjørt nógv við at fríðka um og maðurin, sum í dag stendur á odda fyri tí kommunala partinum av hesum, er Bjarni Kjeld, sum hevur verið arbeiðsformaður hjá kommununi í seks ár. Undan honum var Andre Hentze arbeiðsformaður gjøgnum mong ár, og hann var líka sum lærumeistari hjá Bjarna, tá hann tók hesa uppgávu uppá seg.
Á seinasta kommunuvali varð Bjarni eisini valdur í býráðið á fyrsta sinni og situr í dag sum formaður í mentanarnevndini.
- Í Runavíkar-økinum er rættiliga nógv gjørt við at fríðka. Taka vit fyrst onnur øki í kommununi, hava tey í Rituvík og á Skála verið rættiliga ófør. Í Rituvík hava tey bygt vakurt spælipláss, har eisini er fríðkað á økinum. Tey hava fingið fótbóltsvøll, og á spæliplássinum hava tey eitt nú karusellir, reiggjur og skreiðibreytir, eins og tey hava plantur. Hetta arbeiði er gjørt yvir fleiri ár.
Bjarni sigur, at á Skála hava tey eisini verið rættiliga ófør.
- Tey hava gjørt eina lund við Prestá. Hetta er eitt stórt øki við fríðkingum, lagaðum gróti og ymiskum, sum tey hava plantað og sett niður. Kommunan hevur hjálpt til, men drívmegin er fólk í bygdini við áhuga fyri náttúru og umhvørvi, sum hava tikið seg saman og soleiðis eisini hava fingið nakað sosialt burtur úr hesum.
Nógv í meginøkinum
Arbeiðsformaðurin sigur, at nú summar er, fer ein stórur partur av orkuni til tey grønu økini í kommununi – ikki minst í Runavíkar-økinum, har nógvar fríðkingar eru gjørdar og nógv grøn øki eru løgd út seinastu árini. Fríðkingarnar, sum fólk kanska serliga hava lagt til merkis, eru fram við Løkinum vestanfyri rundkoyringina í Runavík, við Føroya Banka í Saltangará og við Missiónshúsið á Glyvrum. Blómur og trø verða plantað og sett niður alla tíðina, og hetta setir størri og størri krøv til røkt av hesum økjum, tá summartíð er.
- Eg havi vanliga einar seks mans undir mær, men nú summartíð er, fáa vit eisini hjálp frá ungum fólki til at halda tey grønu økini við líka.
Sum arbeiðsformaður noyðist Bjarni eisini at koyra runt í øllum økinum, og hetta er ikki minst galdandi, nú tað ikki er so vanligt longur, at skúlar hava bedellar.
Uppgávurnar eru nógvar og ymiskar, og tá vit tosaðu við arbeiðsformannin seinasta hóskvøld, skuldi hann út til onkrar av bygdunum norðanfyri, sum nú eisini eru partur av Runavíkar kommunu, at kortleggja kloakkir.
-
Nógv ymisk tiltøk
- Vit fáast við fríøki, kloakkir, vegir og tá ferðamannaskip koma og fara, eru vit eisini teimum á havnaskrivstovuni til hjálpar. Í kommununi eru javnan tiltøk av ymiskum slagi, og her eru vit eisini, tá brúk er fyri okkum. Nú eystanstevna verður, verður ríkiligt at tríva í við ymiskum uppsetingum av eitt nú pallum, tjøldum, stólum og borðum, sum eisini skulu flytast til og frá.
Bjarni Kjeld sigur, at umframt at vera bitin av náttúru og umhvørvi og tí arbeiði, sum kommunan ger á hesum øki, hevur hann eisini stóran áhuga fyri ítrótti, tó at hann ikki luttekur aktivt sjálvur. Soleiðis fer ein partur av tíðini – og eisini frítíðini – við fótbóltsvøllin í Runavík og í neystinum á Glyvrum.
- Nú vit hava fingið nýggjan og stásiligan skúla við nýggjum og góðum mentanarhúsi, sum í okkara verð næstan kann samanberast við Norðurlandahúsið, kemur hetta eisini at taka burtur av okkara tíð. At síggja, hvussu tað grønkast á sáddu økjunum við nýggja skúlan, frøir virkuliga mítt eyga, sigur arbeiðsformaðurin, sum heldur, at her eru sera góðir karmar skaptir fyri skúla-og mentanarumhvørvi í kommununi.
Ein stór succes
Bjarni heldur, at ein tann størsta succe’in á náttúruøkinum, sum hann rópar tað, er tað samstarv, sum er millum Runavíkar kommunu og Nes kommunu um gøtuna, sum er løgd úr Runavík, fram við Løkinum og yvir á tað innara vatnið við Toftavatn.
- Gøtan er løgd teir 700-800 metrarnar fram við ánni og yvir móti vatninum, og longu nú síggja vit, at hendan hevur stóran áhuga millum fólk. Tú gongur ikki gøtuna, uttan at tú møtir fleiri fólkum á leiðini. Hetta sær ógvuliga spennandi og áhugavert út og er ein fínur møguleiki hjá fólki, sum hava hug at spáka sær ein túr í hesum vakra umhvørvi.
Bjarni sigur, at hetta arbeiði er ein liður í sonevndu verkætlanini Agenda 21, og báðar kommunurnar eru saman um at rinda kostnaðin av hesum.
- Ætlanin er, at gøtan skal ganga rundan um innara vatnið, og í løtuni er málið til ummælis hjá myndugleikunum, sum skulu hyggja at, um tað fer at hava nøkur árin við sær, um verkætlanin heldur fram.
Hann sigur, at alt bendir á, at loyvi verður givið til framhald, tí tað eftir øllum at døma er betri fyri umhvørvið og fuglalívið, at fólk ferðast eftir einari gøtu, enn um tey ganga um allan hagan.
Arbeiðsformaðurin veit eisini at siga, at við í ætlaðu verkætlanini eru el-leiðingar, ið eru lagdar við gøtuna, sum longu eru bygd, og sum tíðin gongur er ætlanin, at lyktir skulu lýsa eftir gøtuni – við 10 metrum ímillum hvørja lykt.
- Jú, hetta er ein sera spennandi verkætlan, sum mong koma at fáa gleði av, sum tíðin gongur, sigur Bjarni Kjeld.