Tann fyrsta november høvdu Kitty Hansen og Helga Gaard verið dagrøktarmammur í Kollafirði í 20 ár, og tann fyrsta februar hevði Bergfríð Anthoniussen verið 20 ár í starvi sum kommunal dagrøktrarmamma.
Í samband við runda dagin hjá Bergríð Anthoniussen, var samkoma í nýggju spælistovuni Norðuri í Sundum í Kollafriði, har Katrin Petersen, leiðari fyri Barna- og ungdómsdeildina hjá Tórshavnar kommunu, og nýggi leiðarin fyri Dagrøktarskipanina hjá Tórshavnar kommunu, Karla Danielsen, vóru komnar at heilsa upp á Bergfríð.
Eisini onnur stukku inn á gólvið at fáa sær ein kaffimunn og okkurt afturvið, eins og hinar dagrøktarmammurnar, sum vera man, eisini vóru við.