Leygardagin hevði Felagið Fiskamannakonur aðalfund. Málið, sum stendur ovast á dagskránni hjá felagnum, er rúsdrekkatrupulleikarnir umborð skipum. Felagið hevur arbeitt við hesum máli í eina tíð og herfyri gjørdu nøkur avvarðandi feløg hjá fiskimonnum viðmerkingar til málið, men sum heild er ov lítil undirtøka hjá myndugleikum at fara undir ítøkiligt stig at basa trupulleikanum.
? Trupulleikin av rúsdrekka umborð á skipum er nógv størri enn vit halda, tíverri. Vit fara at stríðast fyri at fáa eina lóg setta í gildi, sum bannar rúsdrekka umborð. Felagið hevur fingið áheitan frá sjómansprestum og -trúboðarum og øðrum um at arbeiða fyri at fáa hesi viðurskifti í rætt lag. Hesi vita um, at menn fara til sjós og hava brennivín við sær. Vit fara at royna at fáa havnamyndugleikar at hjálpa okkum við hesum, sigur Ingibjørg Drangberg í Felagnum Fiskimannakonur.
? Myndugleikarnir halda ikki, at trupulleikin er so stórur sum hann í veruleikanum er. Sum skilst á Reiðarafelagnum kundi man ikki fara inn at nokta monnum at fara í land at drekka seg fullar í útlendskari havn, tí tað kunnu vit blanda okkum uppí, sigur Ingibjørg Drangberg.
Samstarv
Í Íslandi koma havnamyndugleikarnir og loðsarnir inn í myndina og steðga monnum, sum fara avstað við brennivíni í skjáttuni. Teir verða meldaðir og í øðrum londum verður tað sama gjørt. Felagið Fiskimannakonur fer tí at arbeiða fyri at fáa havnamyndugleikarnar við, soleiðis at hesin trupulleikin verður loystur. Menn kunnu vera edrúir og so drekka seg fullar umborð, og í hesum føri hevur felagið í hyggju at fáa Rúsdrekka- og Narkotikaráðið inn í myndina at hjálpa til.
? Vit ætla okkum undir at upplýsa meiri um trupulleikarnar, ið kunnu standast av, at menn eru ávirkaðir umborð. Har ætla vit eisini at fáa Rúsdrekka- og Narkotikaráðið at hjálpa okkum, men sjálvandi má man byrja í heiminum hjá sær sjálvum, sigur Ingibjørg Drangberg.
Trygd
Trygdin umborð á skipunum sum heild er mál, sum javnan er frammi í felagnum hjá fiskamannakonum.
? Vit vilja hava manningar at fylgja trygdarskeiðunum, sum eru og royna útgerðina umborð. Javnan fáa vit at vita frá konum og mammum, at tær eru bangnar fyri monnum og synunum. Nú er kunngerð komin í gildi, sum sigur at allir sjómenn skulu lúka trygdarkrøvini áðrenn ásetta tíð, sigur Ingibjørg Drangberg.
Felagið savnar pening inn til einkjugrunnin, sum letur pening til einkjur tvær ferðir um árið. Forkvinnan í Felagnum Fiskimannakonur er limur í nevndini.
? Vit fara at royna at hækka upphæddina. Sum er fáa einkjur 1500 krónur fyri hvørt barnið. Felagið stuðlar grunnin við 50.000 krónum um árið og tann peningin fáa vit til vega við at skipa fyri bingo og øðrum, sigur Ingibjørg Drangberg.
Bati
Føroya Fiskimannafelag arbeiðir við somu málum, sum Fiskimannakonur, men Ingibjørg vil ikki siga, at Fiskimannafelagið ger ov lítið við viðurskiftini hjá sjómonnum.
? Tað kundi altíð verið gjørt meir, men vit eru í teirri støðu, at vit merkja trupulleikarnar beinleiðis. Sjómenn eru bangnir at siga ov nógv, og tí eru vit talirørið hjá teimum, sigur Ingibjørg Drangberg.
Viðurskiftini umborð á skipum eru bøtt munandi, serliga síðani Felagið Fiskimannakonur byrjaði at virka. Felagið hevur arbeitt fyri at fáa flótidraktir umborð og í dag eru draktir til alla manningina umborð á øllum skipum.
Felagið hevur 160 limur, men tað kundi hugsað sær nógv fleiri.
? Tað eru 6000 limir í Fiskimannafelagnum, so ivaleyst eru nógvar konur kring landið, sum kundu tekna seg í felagið. Vit hava sent sjó- og fiskimonnum áheitan um at fáa konurnar uppí. Felagið umboðar øll øki í Føroyum uttan Suðuroynna, vit hava roynt fleiri ferðir at fáa konurnar við har, men til fánýtis, sigur Ingibjørg Drangberg.
Í nevndini í Felagnum Fiskimannakonum sita Jona Isaksen, formaður, Hansa Joensen, Nikolina Haraldsen, Gertrud Heinesen, Marjun Simonsen og Ingibjørg Drangberg.