Rúsan skal hava nýggjan stjóra

Eftir 13 ár sum stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins, fer Rógvi Andrias Fossádal nú at royna aðrar leiðir.

Løgmálaráðið boðar frá, at Rúsdrekkasøla Landsins skal hava nýggjan stjóra.

 

Rógvi Fossádal hevur verið stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins seinastu 13 árini, men fer nú at royna aðrar leiðir, skrivar Løgmálaráðið.

 

Sum virkandi stjóri frá 1. juni verður settur Jan Arabo, fíggjar- og fyrisitingarleiðari.

 

Starvið sum stjóri í Rúsuni fer at verða lýst leyst í næstum.