Russar dusa sær í Føroyum og teppibumba Ukraina

– Hvat í himmalsins navni gera okkara myndugleikar? Drekka kaffi við Hanus Hansen, Anfinn Olsen og Mortan Johannesen? 

 

Ein av hvassastu atfinnarum at landsins myndugleikum, sum eingi stig enn hava tikið ímóti Russlandi fyri innrásina í Ukraina, er Brynhild Thomsen, journalistur.

Á flaggdegnum hevði hon hvassar viðmerkingar í flaggrøðu í Runavík, og á Facebook í kvøld loysir hon eisini frá posabandinum:

– Also, hvat hugsa okkara føroysku myndugleikar fyri sær? Hetta eru russisk skip, sum dusa sær við kaj í kvøld og halda slíkan gang, at okkara borgarar blíva sjúkir av teimum, skrivar hon.

Lesið eisini flaggørðuna hjá Brynhild Thomsen

 

– Okkara sameindu stríðast og rinda dýrt - milliardir - í krígnum móti Russlandi, sum drepur frá hond í Ukraina. Føroyar spæla ikki bara fríspæl og floyta á solidaritet við síni sameindu, men lata okkara borgarar liggja svøvnleysar og sjúkar av gangi frá russiskum skipum við okkara kajir, meðan teirra land setir allan heimin í váða av kríggi. Beint nú. Í kvøld. Eftir 63 samdøgur av russiskari teppibumbing og terrori í Ukraina.

##med2##

 

– Hvat í himmalsins navni gera okkara myndugleikar? Drekka kaffi við Hanus Hansen, Anfinn Olsen og Mortan Johannesen? 

– Gerið tað rætta, for tramin, er áheitanin hjá Brynhild Thomsen.

 

 

 

Hetta eru russisk skip, sum dusa sær við kaj í kvøld og halda slíkan gang, at okkara borgarar blíva sjúkir av teimum, skrivar Brynhild Thomsen á Facebook í kvøld

Hetta eru russisk skip, sum dusa sær við kaj í kvøld og halda slíkan gang, at okkara borgarar blíva sjúkir av teimum, skrivar Brynhild Thomsen á Facebook í kvøld